Ósemja um Kyoto

Hóast eitt nærum samt løgting samtykti at avtaka fyrivarni móti Kyoto, vísti munnligur fyrispurningur í løgtinginum í gjár, at semjan ikki var so stór sum atkvøðugreiðslan bendi á

Seinasti av fýra munnligum fyrispurningum á løgtingi í gjár var tann hjá Hergeiri Nielsen, sum spurdi løgmann um umsiting av umhvørvismálum. Her var serliga hugsað um Kyoto-avtaluna, sum løgtingið herfyri samtykti við 26 atkvøðum.

Hetta førdi til eitt lívligt og til tíðir eisini stuttligt orðaskifti, men tað vísti eisini, at tingmenn langt frá vóru so samdir, sum atkvøðugreiðslan annars kundi bent á.

Í tí stóra og heila fekk løgmaðu toyggið, tí hann ikki hevði syrgt fyri, at greiðar ætlanir vóru lagdar fyri, hvussu Føroyar kunnu uppfylla krøvini um minking í CO2 útlátinum.

Torbjørn Jacobsen, við sínum vanliga »punch-line« retorikki, vildi vera við, at løgmaður heilar tríggjar ferðir hevði verið í uttanlandsnevndini fyri at spyrja, hvat hansara egna uppskot gekk út uppá!

Kristian Magnussen vísti – eitt sindur meiri konstruktivt – á, at møguleikin stóð opin fyri einum el-kaðali millum Ísland og Føroyar og segði, at ein slíkur hevði ikki bert kunna nøktað ein stóran part av føroyska el-tørvinum, men eisini loyst trupulleikan við niðurskurðinum av CO2 útláti.

Hetta er ein møguleiki, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð, og sum verður mettur at vera ein realistisk loysn soleiðis, sum málið liggur í dag.

 

Skuggaspæl

Jenis av Rana tók eisini orðið og vísti á, at tað var ein ómanslig støða at hava, bert at lýða harraboðum úr Danmark um at minka útlátið 8%. Sama førdi Jørgen Niclasen fram og víst var á, at øll onnur lond høvdu tingað seg fram til eina minking – og í summum førum enntá eina øking – í CO2 útlátinum.

Hergeir Nielsen, sum setti spurningin fram, eftirýsti tað útgreiningararbeiði, sum løgmaður nevndi í ólavsøkurøðu síni, men sum eingin hevði sæð minsta farvegin til. Heðin Zachariasen eftirlýsti hesi somu frágreiðing.

Óli Breckmann fór so langt sum at kalla Kyoto-avtaluna størsta svindilnummar síðani marxismuna.

Løgmaður hevðist at tingmonnum fyri teirra »vinglandi« støðu. Hann helt, at talan var um eitt skuggaspæl, tí tinglimir tóku undir við at avtaka fyrivarni móti Kyoto, men ikki vildu taka avleiðingarnar av hesum.

Hann førdi enn einaferð fram, at tað var ósømiligt at turka útlátið av upp á danir, og eftirlýsti eina greiða støðu frá løgtinginum viðvíkjandi niðurskurðinum av CO2 útlátinum.

Men hvussu er og ikki, so vísti fyrispurningurin hjá Hergeiri Nielsen til løgmann, at semjan um Kyoto ikki er so breið, sum atkvøðugreiðslan herfyri bendi á.