Misálitisuppskotið er soljóðandi:
Misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Andstøðuflokkarnir hava í dag lagt fram uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.
Grundgevingarnar eru millum annað:
Landsstýrisfólk eru sett sum tænarar hjá Løgtinginum, sum umboðar Føroya fólk. Løgtingið ger lógirnar, og landsstýrisfólk hava bæði politiska og rættarliga ábyrgd av at fyrisita og halda lógir landsins.
Í málinum um játtan til Strandfaraskip Landsins fyri fíggjarárið 2013, hava bæði Løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfest álvarslig og grundleggjandi brot á lóggávuna og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum mótvegis Løgtinginum.
Full semja er í Landsstýrismálanevndini um:
- At Stýrisskipanarlógin er brotin, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av.
- At lóg um landsins játtanarskipan er brotin, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av.
- At landsstýrismaðurin visti um ella átti at vitað um hesa støðu, men bað ikki Løgtingið um eykajáttan ella setti tiltøk í verk.
- At landsstýrismaðurin gav ikki Løgtinginum neyðugu upplýsingarnar um málið.
Hóast hetta, hava hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður tikið nakrar avleiðingar av, at landsstýrismaðurin hevur ikki røkt sína ábyrgd.
Ístaðin hevur landsstýrismaðurin lagt alla ábyrgdina á stovnsleiðsluna fyri, at hann ikki hevur hildið sínar skyldur mótvegis Løgtinginum.
Og landsstýrismaðurin hevur – áðrenn nevndin hevði almannakunngjørt frágreiðing sína – sent almenn skriv út, sum royna at sáa iva um niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini og at taka ábyrgdina frá landsstýrismanninum.
Løgtingið kann ikki á nakran hátt góðtaka tey greiðu brot, ið eru framd ella handfaring landsstýrismansins í málinum.
Løgtingið kann heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignar brotini hjá landsstýrismanninum.
Løgtingið má staðfesta ábyrgd og avleiðingar til tess at fremja lóggávuvald, rættartrygd og álit á landsins lógir og stovnar.
Á løgtingi 04. November 2014
Tjóðveldi Javnaðarflokkurin Framsókn Sjálvstýrisflokkurin
-------
Løgtingsmáið er soljóðandi:
Tjóðveldi
Javnaðarflokkurin
Framsókn
Sjálvstýrisflokkurin
Løgtingið
Løgtingsmál nr. xx/2014: Misálit á Johan Dahl, landsstýrismann
Uppskot
um
misálitisváttan
Vísandi til §30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til §47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðmerkingar
Landsstýrisfólk eru sett sum tænarar hjá Løgtinginum, sum umboðar Føroya fólk. Løgtingið ger lógirnar, og landsstýrisfólk hava bæði politiska og rættarliga ábyrgd av at fyrisita og halda lógirnar.
Tann mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum Løgtingið og Landsstýrið – millum tað lóggevandi og útinnandi valdið – er at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis Løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir.
Til tess at sláa hetta fast, eru greiðar ásetingar í yvirskipaðum lógum – millum øðrum lóg um stýrisskipan Føroya, lóg um landsins játtanarskipan og lóg um ábyrgd landsstýrisins.
Løgtingið hevur eftirlitsstovnar, ið skulu tryggja, at landsstýrisfólk halda lógirnar og standa til svars fyri, at tær verða hildnar. Tveir av hesum eftirlitsstovnum, ið eru ásettir í Stýrisskipanarlógini, eru Løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin.
Í málinum um fyrisitingina og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum av játtanini til Strandfaraskip Landsins fyri fíggjarárið 2013, hava bæði Løgtingsgrannskoðararnir og Landsstýrismálanevndin staðfest álvarslig og grundleggjandi brot á lóggávuna og ábyrgdina hjá landsstýrismanninum mótvegis Løgtinginum.
Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta greið brot
Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta í serligari frágreiðing til Løgtingið dagfest 1. mai 2014 millum annað:
- “Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur fleiri ferðir gjøgnum árið 2013 boðað frá, at tað resta 4,8 mió.kr. í játtanini, m.a. tí at sparingar, sum ætlanin var at fremja, ikki vóru settar í verk.
Hóast tað, bað landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki um eykajáttan.” (bls. 2)
- “Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.” (bls. 2)
Landsstýrismálanevndin staðfestir greið brot
Landsstýrismálanevndin hevur í síni frágreiðing til Løgtingið um sama mál dagfest 24. oktober 2014, millum annað gjørt hesar greiðu niðurstøður:
1. Brot á Stýrisskipanarlógina:
“Stýrisskipanarlógin ásetir í § 43, stk. 2, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Sostatt kann staðfestast ein meirnýtsla upp á knappar 4,4 mió. kr. Tað er tískil greitt, at SSL ikki hevur hildið seg innan givnu játtanina fyri 2013, og er hetta brot á Stýrisskipanarlógina.” (bls. 2).
2. Brot á lóg um landsins játtanarskipan:
“ Við eini staðfestari meirnýtslu upp á knappar 4,4 mió. kr. er greitt, at játtanarlógin er ikki hildin.
Játtanarlógin ásetir í § 2, stk. 1, nr. 2, at «Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram vegna landsstýrið uppskot um eykajáttan, sum fevnir um broytingar, sum Løgtingið ger í játtanum, eftir at fíggjarlógin er samtykt.»
Í viðmerkingunum til álitið um játtanarskipan landsins stendur í pkt. 5.5 um eykajáttanir: «Trupulleikar kunnu standast av, at landsstýrismaðurin mitt í árinum sær, at fortreytirnar í fíggjarlógini ikki halda, og tað verður neyðugt við einari eykajáttan. Hetta fyribrigdið er ikki óvanligt.
Landsstýrismaðurin kann annaðhvørt seta tiltøk í verk fyri at halda seg innan játtanina, ella hann kann søkja um eykajáttan. Tað er ein politisk avgerð.
Velur hann seinnu loysnina, er tað ábyrgdin hjá viðkomandi landsstýrismanni at syrgja fyri sum skjótast at leggja eina umsókn um eykajáttan fyri Løgtingið.
«Sum skjótast» skal sambært arbeiðsbólkinum takast bókstaviliga.»” (bls. 2)
3. Landsstýrismaðurin ábyrgdast:
“Sum víst á omanfyri, hevur SSL fleiri ferðir í 2013 kunnað landsstýrismannin um, at játtanin hjá SSL ikki fór at halda. Og í innanhýsis skjali frá 6. december staðfestir VMR eisini, at SSL fer at hava eitt hall á 3,9 mió. kr. Landsstýrismálanevndin metir tískil, at landsstýrismaðurin visti ella burdi vita, at hall fór at verða á játtanini hjá SSL í 2013. Vísast kann á, at hetta eisini er í samsvari við niðurstøðuna hjá Løgtingsgrannskoðarunum.” (bls. 3)
“Vísast skal eisini á, at í samskiftinum millum VMR og SSL er ikki nakað, sum bendir á, at SSL fór at megna at halda játtanina í 2013.
Í slíkum førum kann landsstýrismaðurin annaðhvørt seta tiltøk í verk fyri at halda seg innan játtanina, ella hann kann søkja um eykajáttan. Tað er ein politisk avgerð. Velur hann seinnu loysnina, er tað ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at syrgja fyri sum skjótast at leggja eina umsókn um eykajáttan fyri Løgtingið.
Landsstýrismaðurin legði onga eykajáttan fyri Løgtingið og setti ikki tiltøk í verk fyri at minka hallið.” (bls. 5).
Avleiðingar
Full semja er í Landsstýrismálanevndini um:
- At Stýrisskipanarlógin er brotin, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av.
- At lóg um landsins játtanarskipan er brotin, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av.
- At landsstýrismaðurin visti um ella átti at vitað um hesa støðu, men bað ikki Løgtingið um eykajáttan ella setti tiltøk í verk.
- At landsstýrismaðurin gav ikki Løgtinginum neyðugu upplýsingarnar um málið.
Hóast hetta, hava hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður tikið nakrar avleiðingar av ábyrgdini hjá landsstýrismanninum í málinum.
Ístaðin hevur landsstýrismaðurin lagt alla ábyrgdina á stovnsleiðsluna fyri, at hann ikki hevur hildið sínar skyldur mótvegis Løgtinginum.
Og landsstýrismaðurin hevur umvegis sína fyrisiting – áðrenn nevndin hevði almannakunngjørt frágreiðing sína – sent almenn skriv út, sum royna at sáa iva um niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini og at taka ábyrgdina frá landsstýrismanninum.
Løgtingið kann á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, ið eru framd og handfaring landsstýrismansins í málinum.
Løgtingið kann heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignar brot landsstýrismansins.
Løgtingið má staðfesta ábyrgd og avleiðingar til tess at fremja lóggávuvald, rættartrygd og álit á landsins lógir og stovnar.
Tí verður uppskot um misálitisváttan reist mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum.
Á løgtingi, 4. november 2014
Vegna Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin Vegna Framsókn Vegna Sjálvstýrisflokkin
Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Poul Michelsen Kristianna W. Poulsen