Báðir partar góðtóku semingsuppskot

Semja er í dag undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

 

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

 

Sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. oktober í 2020, og partarnir vóru á fyrsta samráðingarfundi hin 26. november í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fýra fundum, til gjørt varð av at boðsenda semingsstovninum hin 28. apríl í ár.

 

- Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við. Semjan er fyri tíðarskeiðið 01.10.2020 til 31.12.2022. Lønarhækkingin er á sama støði, sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið.

 

Hesum boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.