Semja um sjeyndu stevnuna

Men áheitanin úr Fuglafirði og Runavík um at hava FM stevnur í hesum plássum á hvørjum ári varð ikki samtykt, m. a. tí vágamenn høvdu ynski um størri lut í FM kappingunum

Kappróðrarárið í ár verður, sum undanfarnu árini hava verið. Tað vil siga, at tað fer at verða kappast um FM stig í seks róðrum.
Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum leygardagin vóru uppskot frá Róðrarfelagnum NSÍ og frá fuglfirðingum um, at stevnurnar í Runavík og í Fuglafirði skuldu telja við í FM kappingini í kappróðri á hvørjum ári. Undanfarin ár hevur róðurin í nevndu plássunum verið FM róður aðru hvørja ferð, meðan tað hini árini hevur verið róð kapp, men kortini uttan at FM stig hava staðið upp á spæl.
Aðalfundurin hjá RSF tók undir við, at kappingin verður víðkað úr seks og upp í sjey FM róðrar. Men tað var ikki semja um, at sjeyndi FM róðurin skuldi verða í Eysturoy.
Sandavágs Ítróttarfelag hevði lagt uppskot fyri aðalfundin um, at avgerðin um at víðka róðrarárið til at fevna um sjey FM kappingar skuldi koma Vágunum til góða. Higartil hevur tað verið soleiðis, at FM róður hevur verið í Vágum í trð ár, og so hevur verið kappast í Vestmanna eina ferð. Uppskotið úr Sandavági gekk út uppá, at tey trð plássini í Vágum skiftast um at hava FM kappróður, og at Vestmanna møguliga verður knðtt afturat Kollafirði, soleiðis at hesi bæði plássini skiftast um at skipa fyri FM kapping í róðri.

Beint í nevnd
Hannis Joensen, formaður í RSF sigur, at júst hetta málið fekk drúgva viðgerð á aðalfundinum. Sjónarmiðini vórðu vend og snarað, og nevndin í RSF kom til ta niðurstøðu, at spurningurin var ikki búgvin at taka støðu til.
? Tí skutu vit upp, at ein nevnd varð sett við umboðum úr teimum sjey økjunum at taka sær av at koma við uppskoti um, hvussu spurningurin skuldi loysast. Tað var semja um at seta nevndina, men tá nevndin skuldi mannast, fekst tað ikki semja um, hvør skuldi í nevndina. Tí var endin tann, at tað varð álagt nevndini í RSF at arbeiða víðari við spurninginum og at leggja eitt tilmæli fyri ein nðggjan fund at taka støðu til. Málið hevur nógvar síður, og tí er tað greitt, at talan verður ikki um sjey FM róðrar fyrrenn í fyrsta lagi 2003, sigur formaðurin í RSF.
Hvart eru tað fyri viðurskifti, sum skulu lðsast og greinast?
? Tað er ikki so einfalt sum bara at taka støðu til, hvar sjeynda stevnan skal vera. Við hesi avgerðini verður kappingarárið hjá kappróðrinum meiri trongt. Vit hava havt møguleikar at útseta, um veðrið ikki er til vildar, men tann møguleikin minkar, tá vit skulu kappast eitt vikuskiftið afturat. Tí mugu vit skerpa reglurnar t. d. soleiðis, at um tað ikki verða líkindi at rógva í einum staði ein ávísan dag, so skal bera til at flyta róðurin til eitt annað øki í grannalagnum, um líkindini eru betri í hesum økinum. Vit fara gjølla um broytingarnar í ásetingunum. Tað er tðdningarmikið, at nevndin í RSF og feløgini tosa saman, og at allir partar verða vitandi um broytingarnar og góðtaka tær og verða sinnaðir at fylgja teimum. Men hetta tekur tíð, vísir formaðurin í RSF á.