Taka vit Tórshavnar kommunu, so eru runt roknað 700 pedagogar og hjálparfólk lønt hjá kommununi. Teirra lønarhækking er 220 krónum um mánaðin. Hetta gevur kommununi eina eyka útreiðslu upp á 154.000 krónur um mánaðin ella 1.845.000 krónur um árið.
Sambært Heðini Mortensen hevur kommunan spart 400.000 krónur um dagin. Verkfallið vardi í 22 dagar, so har eru spardar tilsamans 8,8 milliónir kónur.
Í sáttmálaskeiðnum vinna pedagogar og hjálparfólk 3,7 milliónir krónur meira av hesi lønarhækking. Soleiðis kostar verkfallið pedagogunum og hjálparfólkum í Tórshavnar kommunu 5,1 milliónir krónur, sum eru spardar í kommunukassanum.
Verkfallið er eitt sterkt vápn, sum kostar nógvar pengar...