Ósemja
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum , Ellintur Abrahamsen, skilir ikki, hví ósemjan ikki er loyst enn.
? Tað, sum vit eru ósamd um, er so lítið í pengum, at eg skilji ikki, hví málið ikki er loyst enn, sigur hann.
Hann sigur, at orsøkin til ósemjuna er, at kravt verður, at tað skulu vera tveir stýrimenn við Teistanum, men á hinum bátunum er bara ein.
?Tað er hesin eini stýrimaðurin, sum skal umborð eyka, sum skal bólkast í ein lønarflokk.
Í løtuni er skiparin í lønarflokki 6 og skiparin í flokki 8.
Men skal ein stýrimaður afturat umborð, skal hann í ein lønarflokk. Vit hava tí skotið upp, at at yvirstýrimaðurin fer í lønarflokk 8 og skiparin í flokk 9.
Í løtuni er byrjunarlønin í 6. flokki 18.942 krónur um mánaðin og endalønin er 20.533 krónur. Í Lønarflokki 8 er byrjunarlønin 20.334 krónur og endalønin 21.614 krónur. Og í lønarflokki 9. er byrjunarlønin 22.101 krónur og endalønin 23.193 krónur um mánaðin.
Sostatt sæst, at tað, sum skilir partarnar, hevur lítlan og ongan, fíggjarligan týdning, men hetta vil Fíggjarmálastýrið ikki góðtaka.
Hjá maskinmeistarunum er trupulleikin ein annar. Hjá teimum er ein orsøk til ósemjuna, at Teistin hevur diesel-elekriska útgerð og krevur tí størri førleika av maskinmeistaranum.
Í Fíggjarmálastýrinum eru tey ikki heilt samd.
Har siga tey, at Teistin er bólkaður saman við Dúgvuni og, men at Skipara- og Navigatørfelagið vil hava hann flokkaðan hægri enn Dúgvan, hóast Teistin er minni og tað hevur eisini ein fíggjarligan týdning.