Senatið samtykt veðurlags- og heilsuætlan hjá Biden

Kamala Harris, varaforseti, hevði avgerandi atkvøðuna, tá búskaparligur pakki varð samtyktur í Senatinum í USA

 

Chuck Schumer, sum stendur á odda fyri demokratunum í Senatinum, var væl nøgdur, eftir at búskaparliga ætlanin varð samtykt í Senatinum. - Foto: Drew Angerer/Ritzau Scanpix

Eftir harðar og drúgvar samráðingar tryggjaði amerikanski forsetin, Joe Biden, sær í gjárkvøldið ein stóran politiskan sigur.

Tað eydnaðist honum soleiðis at fáa eina týðandi búskaparliga ætlan samtykta í Senastinum – annað av teimum báðum kømrunum í Kongressini.

Lógaruppskotið verður hildið at hava eitt virði upp á 430 milliardir dollarar. Tað svarar til yvir 3.100 millardir krónur. Tann framsókni pakkin skal millum annað vera við til at stríðast ímóti veðurlagsbroytingum og lækka prísin á heilivági.

Tað hevur verið ein drúgvur og tungur dystur fyri Biden at fáa ætlanina samtykta. Og tað eydnaðist eisini við minst møguliga meirilutanum.

40 av teimum 100 limunum í Senatinum atkvøddu soleiðis fyri, meðan 50 aðrir atkvøddu ímóti. Harvið lá avgerandi atkvøðan hjá demokratiska varaforsetanum, Kamala Harris, ið sum vætnað atkvøddi fyri.

Atkvøðugreiðslan var eftir eitt maratonorðaskifti. Hon kom í kjalarvørrinum á umleið hálvt ára samráðingar.

– Eg stillaði upp til forsetavalið og lovaði at fáa stjórnina at arbeiða fyri lønmóttkarafamiljum, og tað er tað, sum hetta lógaruppskotið ger, sigur forsetin í eini fráboðan.

Hann viðgongur, at øll ikki eru nøgd við endaliga úrslitið.

– Tað krevur nógvar semjur. Tað er tað næstan altíð, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast, leggur Biden afturat.

Næsta stig fyri lógaruppskotinum er ein atkvøðugreiðsla í hinum kamarinum í Kongressini, Umboðsmannatinginunum. Har hava Demokratarnir meirilutan av teimum 435 sessunum, og harvið verður roknað við, at lógaruppskotið eisini verður samtykt.

Atkvøðugreiðslan í Umboðsmannatinginum verður helst fríggjadagin.

Samtyktin í Senatinum í gjár verður av amerikonskum miðlum mett sum týdningarmikil fyri Biden forseta. Serliga tí at miðval verður í heyst.

/ritzau/Reuters

 

Chuck Schumer, sum stendur á odda fyri demokratunum í Senatinum, var væl nøgdur, eftir at búskaparliga ætlanin varð samtykt í Senatinum. - Foto: Drew Angerer/Ritzau Scanpix