Sólarmyrkingin hevur sett Føroyar á skránna hjá Danmarks Radio hesa vikuna.
Danmarks Radio sendir hesa vikuna veðurtíðindini »Vores Vejr« úr Føroyum. Fyrsta sendingin var í kvøld, tá Søren Jacobsen, veðurmaður hjá Danmarks Radio var beinleiðis ígjøgnum við einum innslag, sum var sent av vøllinum uttan fyri Norðurlandahúsið í Havn.
– Vit eru seks fólk, sum eru komin higar við tveimum sendibilum. Harumframt er eisini web-journalistur við okkum, sum skal gera tilfar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar hjá Danmarks Radio, segði Søren Jacobsen, tá info hitti hann, beint eftir beinleiðis sendingina úr Føroyum klokkan 18 í kvøld.
Søren Jacobsen sigur, at teir fara at hava beinleiðis verðurtíðindasendingar úr Føroyum næstu dagarnar.
– Vit senda úr tvær sendingar úr Havn og eina úr Klaksvík – og so enda vit sjálvandi eisini frá sjálvari sólarmyrkingini fríggjamorgunin, sigur hann.
Myndir: Dávur Winther