Sendið okkum myndir inn av blóðmánanum

Vit heita á tykkum lesarar um at senda myndir inn frá mánamyrkingini í nátt

Í sambandi við fullu mánamyrkingina í nátt vilja vit síggja so nógvar myndir frá vakra náttúrufyribrigdinum, sum gjørligt. Tí heita vit á tykkum lesarar um at senda inn myndir av blóðmánanum og mánamyrkingini, um tit hava hug at deila tykkara myndir, og um veðrið yvirhøvur verður til tess.

 

Tað kunnu bæði vera myndir av mánanum sjálvum, náttúruni ella myndir, sum lýsa tykkara løtu í mánamyrkingini (t.d. selfies). Men gloymið nú ikki at njóta glæsiligu løtuna, tí hendan løtan kann ikki upplivast í Føroyum aftur fyrr enn í 2022 - so tann góða myndin skal ikki raðfestast fram um upplivilsið. 

 

Les eisini: Trý ár inntil næsta blóðmána

 

 

Myndir kunnu sendast til [email protected]. Viðmerk gjarna, hvar myndin er tikin. Myndirnar, sum koma inn, verða lagdar á in.fo í morgin.

 

Partvísa mánamyrkingin byrjar klokkan 03:33 í nátt, og klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, og tað er tá, at mánin verður fullkomiliga reyður. Klokkan 05:12 er fulla mánamyrkingin á sínum hægsta, og fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Her frá tekur partvísa mánamyrkingin yvir aftur, og hetta endar klokkan 06:50. Um alt hetta verður sjónligt, er treytað av, at tað verður klárt í veðrinum.

 

 

Les eisini: Í nátt verður mánin reyður