Sendi áskoðarnar apríl

Tað var kanska ikki tann heilt stóra øsingin millum áskoðararnar í Gundadali sunnudagin. Talan var fyri tað mesta um ein sera róligan dyst, men ta einu ferðini syrgdi stadionvarparin tó fyri, at bæði B36- og KÍ-fjeppararnir vóru á gosi. Hetta tá hann eftir 21 minuttum kundi kunngera, at støðan á Skála, har HB vitjaði, var 3-0 til Skála. Fagnaðurin var øgiligur, men skjótt raknaði onkur tó við, og tá varparin lítla løtu seinni kundi siga, at álmanakkin altso vísti 1. apríl, mundi stórur partur av áskoðarum smílast nakað.