Tað tykist at vera skrúvan uttan enda ? stríðið millum ísraelar og palestinar. Hetta økið hevur alt ov leingi verið ein deyðans pallur. Hóast ótaldar royndir at fáa frið, so stendur stríðið við og bara versnar. Ein atsókn hevur uppaftur eina hevndaratsókn við sær. Tað tykist sum eingin endi er á hesum meiningsleysa stríði, sum krevur fleiri og fleiri sivil offur.
Ein spurningur, sum av og á hevur verið frammi, men sum oftast verður tagdur burtur aftur, er hjáveran av ST-eygleiðaraliðnum í teimum økjunum í Ísrael og palestinsku økjunum, har harðast leikar á. Hetta hevur leingi verið eitt ynski frá palestinum og mongum av teimum londum, sum hava roynt seg sum meklarar millum partarnar. Men higartil hava Ísrael og høvuðsstuðul tess, USA verið ímóti eini slíkari ætlan.
Nú heitir so ST-aðalskrivarin inniliga á stjórnirnar í Ísrael og USA um at góðtaka, at eitt lið av ST-eygleiðarum kann verða sent til økið. Tað er greitt, at eitt slíkt ynski hevur stóra undirtøku í øllum heiminum, og tí er óskiljandi, at USA, sum fyrr hevur roynt at fáa partarnar at binda frið og finna eina sømiliga loysn á hesum syndarliga stríði, nú aftur fer upp á bakbeinini. Tað er eisini løgið, at USA, sum hevur eina ábyrgd í hesum partinum av heiminum, ikki minst tí tað letur so stóran stuðul til Ísrael, als ikki vil hjálpa til at finna eina loysn. Tað er vón okkara, nú ST-aðalskrivarin enn einaferð er komin við eini inniligari áheitan á USA, at landið livir upp til ta ábyrgd tað hevur í heiminum og tann leiklut tað hevur tikið sær at tryggja friðin.
Vit bera ótta fyri, at nýggi amerikanski forsetin hevur ikki gjørt sær greitt, hvør vandi er á ferð, um ikki partarnir í Miðeystri sessast aftur við samráðingarborðið og finna eina loysn. Tað tykist sum Bush og hansara fólk í ávísum førum hava latið eyguni aftur fyri tí, sum fyriferst úti í heimi. Forsetin vil heldur halga tíð og orku sína til eina rakettverjuskipan, sum rætt og slætt er »hol í høvdið«. Heldur átti landið at brúkt orkuna uppá at verið við til at loyst trætur og kreppur úti í heimi. Hesar eru ein nógv størri hóttan móti heimsfriðinum enn tær hóttanir, sum Bush sær fyri sær í sambandi við rakettverjuskipanina. Tað einasta, sum í dag kann loysa upp fyri kreppuni í Ísrael, er tí ein »uppílegging« frá USA, sum jú hevur neyðugu styrkina bæði so og so, og her er uppskotið hjá ST-skrivaranum um eitt ST-eygleiðaralið ein byrjan.