Um tú hevur hugt upp í luftina í kvøld, so hevur tú kanska varnast vakra norðlýsið. Um ikki, so hevur tú kanska sæð, at fleiri onnur hava sæð tað, tí nógvar myndir av norðlýsinum eru at síggja á sosialu miðlunum í kvøld.
Vit vilja fegin síggja tykkara myndir, so vit kunnu samla allar myndirnar saman og gera eina myndarøð.
Tit eru tí meira enn vælkomin at senda okkum tykkara myndir av norðlýsinum - viðmerk gjarna, hvar í landinum myndin er tikin.
Tit kunnu senda myndirnar til [email protected] - Vit fáa sera nógvar myndir sendandi, so vinarliga sendið bara eina í part.
DAGFØRING klokkan 00:50: Vit hava fingið sera nógvar myndir sendar inn nú. Takk fyri fínu myndirnar. Vit leggja ikki fleiri myndir út í kvøld - so tit nýtast ikki at senda fleiri myndir inn nú.