Sendiharrar hittu føroyska list

Sendiharrar úr øllum heiminum fingu høvi at síggja føroyska list, tá løgmaður bjóðaði til føroyska mentarviku á Bryggjuni


Myndir: Ólavur Jóannesarson Hansen


Næstseinasta vikuskifti læt stóra framsýningin »Føroysk Samtíðarlist« upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Sendiharrar úr øllum heiminum vóru bodnir við, tá Kaj Leo Johannesen, løgmaður, setti framsýningina og millum annað segði soleiðis í setanarrøðuni 


- Saman við okkara grannum í norði og tykkum vitjandi, hava vit eisini savnað altjóða samstarvsfelagarnar hjá Føroyum kring okkum í dag. Hetta er í sær sjálvum dømi um, at Føroyar hava sett sær sum mál at átaka sær alt fleiri uttanríkispolitiskar uppgávur, sjálvt um Føroyar framvegis eru ein lutfallsliga nýggjur leikari á altjóða pallinum

Føroysk myndlist hevur har aftur imóti longu leingi verið ein sjálvstøðugur leikari á altjóða pallinum. Hetta hóast føroysk myndlist má metast at vera ung í størri høpi. 


- Tað var her við Norðurbryggjuna, at føroysk skip løgdu at kei við sínum dyrabæra farmi av bundnum troyggjum og hosum, skinnum, fiski og lýsi til lampurnar sum lýstu upp í Keypmannahavn.

Enn í dag koma skip úr Norður Atlantshavi við farmi til hetta húsið. Á summarframsýningin í fjør var tað Tróndur Patursson, og fyrrárið var tað Zacharias Heinesen, sum fyltu hølini við sínum málningum.

- Til hesa summarframsýningina er listamálarin Zacharias Heinesen biðin um at velja út nøkur listafólk og verk, sum vísa ymiskleikan, dýpdina og dygdina í føroyskari myndlist í dag. Framsýningin endurspeglar altjóðagjørda veruleikan, sum eyðkennir okkara tíð. Listafólkini eru føroyingar, sum hava nomið sær listarliga útbúgving uttanlands, har tey eisini hava sett síni listarligu spor. Tey vísa veg inn í framtíðina og eru í felag við til at seta dagsskránna á altjóða pallinum. 


Við støði í okkara aldargomlu felags søgu, hittast vit nú sum fyrr kring dýrabærar gripir, her mennist norðuratlants diplomati, og her samskiftir list og mentan tvørtur um landamørk og vísir á nýggja farleiðir.