Sendimaður professari á Georgetown University

Bjørn Kunoy, sum er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni, er tilnevndur adjungeraður professari á Georgetown University í Washington

Løgfrøðiskúlin á Georgetown University í Washington DC telist millum fremstu og mest virdu løgfrøðiskúlarnar í USA.

 

Talan er um eitt stórt akademiskt umhvørvi við tilsamans 2000 lesandi á hvørjum árgangi, og hetta ger í roynd og veru eisini Georgetown University til størsta løgfrøðiskúla í USA.

 

Bjørn kemur frá 2025 at standa á odda fyri frálæruni í almennum havrætti á Georgetown University við einum skeiði hvørt vár,  

Fróðskaparsetur Føroya vónar, at tilnevningin av Bjørn á Georgetown University kann slóða fyri samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Georgetown University, serliga tá talan er um skiftislesnað.

Meira um lógarskúlan í Georgetown University her.