Fótbóltur
Ólavur Waag Høgnesen hevur seinasta góða árið virkað sum spælaraumboðsmaður, og hevur hann sett á stovn Trans-Atlantic Talent Agency. Saman við argentinska ABC Sport Agency er hann nú gingin í samstarv, har føroyskir spælarar fáa møguleika at royna seg í argentinskum fótbólti.
Endamálið við hesum er fyrst og fremst at geva ungum føroyskum spælara møguleika at menna seg sum spælarar. Pengar eru ikki tað, sum tað er mest av í suðuramerikonskum fótbólti, men hinvegin er hetta ein møguleiki at spæla á høgum støði, har europisk eygu eisini eru vend móti avrikunum.
- Føroyskir ungdómar – sama um teir eru fótbóltsspælarar ella ikki – liva í einum smørleypi, so tað er stórt stig fyri føroyskan spælara at fara út um Europa at spæla. Hinvegin halda vit, at hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum taka, og eg ivist ikki í, at tað eru spælarar, sum hava tað, sum krevst, fyri at standa hesa royndina, sigur Ólavur Waag Høgnesen, sum tó ikki roknar við tí heilt stóra gravganginum frá føroyskum spælarum. Men hann vónar tó, at tað ber til at senda einar tveir spælarar avstað eftir ársskiftið.
Fyri føroysku spælararnir verður talan ætlandi um tvey ára sáttmálar, harav fyrstu fimm mánaðirnir eru royndartíð.