Sendirøð um málsøguna

Kringvarpið fer nú í trimum sendingum at lýsa søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag

Kringvarpið fer nú í trimum sendingum at lýsa søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag. Uppi í hesari frásøgn er eisini søgan um, hvussu føroyingar fóru at vita meira til sín mentanarliga og tjóðskaparliga.

 

Nortið verður við týðandi tilburðir í málsøgu okkara farnu øldirnar og sagt verður frá teimum, sum vóru undangongufólk í stríðnum fyri føroyska málinum.

 

Í hesum fyrsta partinum taka vit okkum fram til 1905. Vit hoyra um royndirnar hjá V. U.  Hammershaimb at evna til eitt føroyskt skriftmál, og um tjóðskaparvekingina millum føroyingar í útisetu og heima í Føroyum seint í 1800-árunum.

 

Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur greiða frá. Tað eru Suni Merkistein og Hans Petur Hansen, sum leggja sendingarnar til rættis.

 

Í dag er føroyskur móðurmálsdagur. Í Føroyum verður móðurmálsdagur hildin 25. mars at hátíðarhalda, at V. U. Hammershaimb varð føddur hendan dagin í 1819. Av tí at langifríggjadagur er í dag, hevur Málráðið gjørt av at halda móðurmálsdagin seinni. Eitt tiltak verður hóskvøldið komandi í barnaheimi Hammershaimbs í Havn, hóskvøldið. Annað tiltak verður seinni í ár.

 

1. partur kemur páskadag, hinir báðir komandi tveir hósdagarnar.