Sendistovan í gamla snikkaravirkinum

Tað sum í mong ár var Snikkaravirkið í Grønlandi er í dag karmur um størstu lýsingarfyritøku í landinum. Talan er um lysingarfyritøkuna Sendistovan, sum er ein samanrenning av lýsingarstovunum Team85 og ReproZ, sum fyri stuttum gjørdust partur av Nema-samtakinum.

Hósdagin 6. desember var móttøka í nýumvældu hølunum, har viðskiftafólk og onnur áhugað høvdu høvi at síggja hølini, samstundis sum nýggja navnið varð avdúkað. 


Sendistovan er ein heildarfyritøku við førleikum innan marknaðarráðgeving, sniðgeving, samskifti, marknaðarføring, heimasíður v.m. 


Stjórar í nýggju fyritøkuni eru Christian Nagata og Poul Clementsen.