Sendu tekst úr røðu kongs eitt samdøgur ov tíðliga

Norska ríkissjónvarpið er komið í eina heldur keðiliga støðu, eftir at tað sendi tekstin úr teimum fyrstu 47 sekundunum í nýggjársrøðuni, sum Haraldur kongur fer at halda í sjónvarpinum í kvøld.

Tað var undir einarti sending um hendingar í tí farna árinum, at teksturin hjá kongi brádliga kom á skíggjan.

Ein talsmaður fyri NRK sighur, at tey harmast hendingina. Hann sigurt, at tað var ein skeiv koda í teksttólinum, sum gjørdu at orðini hjá kongi fóru á skíggjan.

Orðini, sum vórðu almannakunngjørd eitt samdøgur ov tíðliga, vístu, at Haraldur kongur fer millum annað at tosa um systrina Ragnhild, sum doyði í ár.