Á vestara armi á Skálafjørðinum stórfegnast tey.
StÍF hevur í dag vunnið ein frágera góðan sigur á H71 á heimavølli í høllini á Skála.
StÍF vann 26-25 á H71. Í steðginum var StÍF á odda 16-15.
Japanska Haruka Gima gekk undan hjá StÍF, og hon skoraði ikki færri enn 13 mál.
Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal, ið sigur frá í Klaksvík í dag sigur, at talan er um eina sensasjón, og eitt sera flott úrslit hjá StÍF.
StÍF-H71 26-25 (16-15)
StÍF: Haruka Gima 13, Karina B. Høgnesen 5, Yuika Kurimoto 4, Vár D. Poulsen 2, Mao Otani 1 og Emmy Kass 1.
H71: Marita Mortensen 9, Durita Toftum Joensen 6, Maria Halsdóttir Weyhe 5, Eva Barba Arge 2, Karin Simonsen 1, Sofie Søberg 1 og Elisabeth Holm 1.