Sensatiónin lúrir

Fótbóltur: Við einum óvanligum máli syrgdi Vitaliy Kosovsky fyri mest óvæntaða úrslitinum leygardagin, og standa slovenar nú við góðum kortum á hondini, tá teir í morgin skulu royna seg á útivølli móti Ukraina

Slovenia ? Ukraina 2-1 (0-1)


Tá lutur var kastaður um, hvør skuldi leika móti hvørjum í play-off dystunum, tóktist hesin dystur at vera tann, sum hevði minstan áhuga millum manna. Eftir dystin leygardagin er nógv broytt í so máta, og meðan Danmark og Ongland hálva vegna hava tryggjað sær luttøku, er framvegis púra opið, hvørt tað verður Ukraina ella Slovenia, ið skulu spælu um heiður og æru komandi summar.


Sum væntað

Dysturin byrjaði rættuliga varilsliga frá báðum pørtum. Ukraina vildi helst royna at lokka slovensku leikararnar langt fram á vøllin, soleiðis at rúmd varð skjótu mótálopunum, sum ukrainar við tíðini eru vorðnir kendir fyri. Slovensku leikararnir høvdu tó ongan hug til at lata verjuna ov nógv upp, og tískil varð talan um eina rættuliga linliga byrjan, har fáir málmøguleikar vóru, og har bólturin meginpartin av tíðini var trillaður runt á miðjum vølli.

Eitt sindur av lívið kom tó í dystin, tá toppskjúttin í Italsku 1. deildini, Andriy Shevchenko, við hælinum snýtti ein verjuleikara, og við vinstra beinið sendi bóltin upp í handara málhorn. Ein sonn perla av einum máli, og við hesum skuldi ein kanska hildið, at dysturin var avgjørdur. Útiliðið kundi nú leggja seg aftur at verja og dúva upp á vandamiklu kontraáopini, har Rebrov og Shevchenko lógu einsamllir frammi á vøllinum.

Einki mál kom afturat í fyrra hálvleiki, og fótbóltsserfrøðingar kring allan heim mundu ivaleyst vænta, at Ukraina nú var komið meira enn hálva leið til endaspælið komandi ár.


Snaraði 180 stig

Seinnu 45 minuttirnir prógvaðu tó, at tað ikki er altíð, at sonevndu serfrøðingarnir fáa rætt. Slovenar royndu frá byrjan av seinna hálvleiki at trýsta mótstøðuliðið, og trýstið gjørdist bara størri, eftir at ukrainski liðformaðurin, Parfiniov, fekk annað gula, og harvið reyða, kortið, eftir at einans 8 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

Eftir eitt innkast í vinstru síðu, har Kosovsky fór púra skeivur av bóltinum, kundi altíð vandamikli Zlahovic langa bóltin í málið, og framvegis var hálvur tími eftir at spæla.

Ukrainsku leikararnir vóru trýstir alsamt longur aftur á vøllin, men líkt var til, at teir hóast hetta skuldu megna at halda fast um javnleikin, men tá einans 3 minuttir vóru eftir, var galið. Talan var annars ikki um nakra vandamikla støðu, tá ukrainski málverjin, Shovkasimir fór oman í vinstra borð eftir bóltinum, men tá hann skuldi senda bóltin yvir á hina hálvuna rakti hann ikki nóg væl, og bólturin endaði hjá Acimovic, sum úr 45 metra fjarstøðu kundi senda bóltin í tóma málið.


Vænta 3 leikarar

Talan kann nú gerast um eina sera trupla uppgávu hjá ukrainum, tá teir í morgin skulu royna seg á heimavølli móti Slovenia. Ístaðin fyri væntaðu leiðsluna eru teir nú aftan fyri við einum máli, áðrenn dysturin byrjar, og harumframt mugu teir helst vera 3 av mest royndu leikarunum fyri uttan.

Vanligi liðformaðurin, Oleg Luzhny, var ikki við í Slovenia, orsakað av skaða, og ivasamt er, um hann verður klárur til seinna dystin. Harumframt fekk Ukraina enn eitt reytt kort í seinasta minuttinum, tá Andeiy Husin heldur óneyðugt jarðlegði mótstøðuleikara á miðjum vølli, og eru sostatt tveir leikarar raktur av karantenu.

Ukraina er tó framvegis at meta sum favorittur, ikki minst tí teir hava fingið eitt týdningarmikið útivallarmál, men dysturin tykist nú at gerast nógv meira spennandi, enn frammanundan mett.