Sensatiónin spøkti á Skála

So skjótt sum StÍF-kvinnurnar funnu útav, at verjan hjá Stjørnuni ikki var klár frá byrjan, tóku tær av, og tí var tað fult uppiborið, at StÍF átti allan fyrra hálvleik. Men í seinna hálvleiki setti Stjørnan seg á dystin – og vann

Tað var meira tómligt í ítróttarhøllini á Skála, tá StÍF og Stjørnan byrjaðu dystin. Helst, tí tey fægstu høvdu roknað við øðrum, enn at Stjørnan enn eina ferð fór at gera bart og styrkja sína oddastøðu í Sunset-kappingini. Dysturin endaði eisini við, at Stjørnan fór við øllum, men hann fekk eina stuttliga og óvæntaða vend frá fyrstu løtu.
Ikki so sjáldan hevur tað verið tungt hoyggj at drigið hjá Stjørnuni, tá liðið hevur vitjað StÍF, og so skuldi eisini verða hesa ferð. Men neyvan hevur Stjørnan fingið ein sovorðnan frammaná frá byrjan, sum hesa ferð.
Teir fyrstu 10 minuttirnar tóktist ikki, sum Stjørnan hevði verjuspælið upp á pláss, og hesum gjørdu StÍF-kvinnurnar sær dælt av. Tær varieraðu spælið og sluppu heilt inn á strikuna at royna seg, meðan passiviteturin lýsti av klaksvíkskvinnunum. Rebekka Justinussen slapp til nøkur hoppiskot, ið fóru beint ígjøgnum, og somuleiðis hevði Roxana Bodirlau okkurt gott undirhondsskot, ið somuleiðis slapp ígjøgnum.
Menninir hjá StíF, sum høvdu vant undan dystinum, gjørdust ikki sørt skakkir, tá teir komu undan brúsuni og út í høllina. Fleiri teirra blivu verandi í høllini, tí hetta var ov gott at fara frá. Somuleiðis sótu fleiri av áskoðarunum og sendu sms-boð ella ringdu, so ikki gekk so leingi, so var heilt fitt av áskoðarum í høllini, tí nú luktaði ikki sørt av einari sensatión.

Tordu ikki at vinna
Men sensatiónin kom ongantíð, tí stig fyri stig át Stjørnan seg inn í dystin. Stutt fyri hálvleik var StÍF á odda við fimm málum, men Stjørnan fekk eitt skifti minkað munin niður í eitt mál, og tá steðgurin kom, var Stjørnan nú bara tvey mál aftanfyri.
Og seinni hálvleikur var ikki serliga gamal, tá Stjørnan javnaði til 16-16 og síðani streyk avstað. Í eitt lítið korter fekk Stjørnan 10 mál, samstundis sum StÍF bara fekk eitt, og brádliga var dysturin farin tann vegin, tey flestu høvdu roknað við, tí nú var Stjørnan brádliga á odda 24-17.
Eingin ivi var um, at StÍF tað mesta av fyrra hálvleiki hevði fatur í rætta endanum, men sálarliga megnaði liðið ikki at lyfta tað, ið skuldi til. Tað tóktist, sum tordu strandakvinnur ikki at vinna og taka av, nú møguleikin var har, og sjálvt turru hagtølini hava hug at staðfesta hetta, tí StÍF fekk heili átta brotskøst í dystinum – og Stjørnan einki!
Hinvegin tóktust sigursvandu Stjørnu-kvinnurnar ongantíð av álvara so tiknar av fótum, at tær ikki sóu út til at varðveita trúnna á, at hetta kundi vendast. Eftir dystin var tað næstan soleiðis, at tær bara yptu øksl, tí tær ikki eru vanar við annað, enn at tað er strævið at spæla ímóti StÍF á Skála…
Minni hugaligt var tað so, at bæði lið tíðliga í dystinum mistu hvør sín spælara. Fyrst var tað Durita Ljósstein, ið leyp upp og kom skeivt niður, so hon mátti berast av vølli, og løtu seinni stóð Bára Berthelsen fyri tørni, tá hon eisini kom skeivt niður og ikki fekk spælt meira í hesum dystinum.
-------

FAKTA um dystin

StÍF-Stjørnan 24-28 (14-12)
10 min: 6-1
20 min: 9-5
40 min: 16-19
50 min: 18-24
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 7 (1), Adriana Bobra 5 (4), Roxana Bodirlau 4, Rósa Danielsen 2, Anna Petersen 2, Annika Petersen 2, Bára Berthelsen 1, Birna Tummasdóttir 1
Stjørnan: Simona Petersen 9, Valentina Suciu 7, Anna Kristina Samson 5, Bára Skaale Klakstein 3, Una Olsen 2, Joan Midjord Joensen 1, Annika Ljósstein 1
Brotskøst: StÍF 8, Stjørnan 0
Útvísingar: StÍF 0, Stjørnan 1
Dómarar: Magnus í Króki & Thomas Juul Thomsen