Sensatión: Føroyar vunnu í Grikkalandi!!!!!

Jóan Símun Edmundsson var einsamallur málskjútti, tá ið Føroyar framdu eitt bragd í Grikkalandi

Í kvøld hevur føroyska fótbóltslandsliðið skrivað søgu. Tað eydnaðist at vinna 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi!!

 

Hetta úrslitið er framúr og fantastiskt. Fremst í huganum er úrslitið í fyrsta EM undankappingardystinum í 1990 ímóti Eysturríki í Landskrona, tá ið úrslitið eisini var 1-0, og føroyingar við framúr hugburði bardu og stríddu seg til sigurin.

 

Men avrikið í kvøld var ikki bara myndað við góðum hugburði og stríðsvilja.

Talan var um besta leikliga avrikið hjá Føroyum í fótbólti nakrantið.

 

Seinastu ferðirnar hava verið ábendingar um, at Lars Olsen og hansara menn høvdu fingið tak á veruspælinum. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Grikkar høvdu tveir ella triggjar møguleikar, men teir vóru óneyvir, og Gunnar Nielsen hevur mangan havt meiri at gera, enn hann hevði í kvøld.

 

Serligt var tað, at hesa ferð var tað hugflog, broddur og tyngd í álopsspartinum.

 

Føroysku spælararnir bjóðaðu seg til, so maðurin við bóltinum oftast hevði fleiri at spæla til. Okkara menn megnaðu eisini mest sum hvørja ferð at sneiða seg úr trongdum støðum, og aftur og aftur kendist tað vera vandamikið, tá ið fleiri føroyskir spælarar vóru í brotsteiginum hjá Grikkalandi.

 

Í høgru megnaðu Sølvi Vatnhamar og Jónas Tór Næs ofta at bróta ígjøgnum, og í vinstru syrgdu Christian Lamhauge Holst og Viljormur Davidsen fyri gjøgnumbrotunum.

 

Jóan Símun Edmundsson, sum alt hetta kappingarárið hevur verið skaðaplágaður, var í kvøld skaðafríur, og hann var orduliga í hopla. Krúnan á verkinum var, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Sølva Vatnhamar og næstsíðsta fót frá Brandi H. Olsen smekkði bóltin í netið.

 

Tá var 1-0 til Føroyar, og tað restaði ein hálvur tími!

 

Spurningurin var so, um føroyingarnir fóru at halda tørn, tí tað eru longu fleiri vikur síðani, at punktum varð sett í heimligu kappingini. Grikkar royndu at seta meiri damp undir ketlarnar, og trýstið øktist í føroyska brotsteiginum, uttan at tað tó serliga ofta kendist at vera vandamikið.

 

Føroyska liðið datt ongantíð sundur millum keturnar. Um tað eydnaðist einum mótstøðumanni hendinga ferðina at sneiða seg framvið einum føroyingi, so vóru tveir aftanfyri og klárir at taka ímóti.

 

Og í framrættaða partinum megnaðu okkara menn aftur og aftur at spæla seg í heilt góðar støður. Tvær ferðir raktu føroysku spælararnir í stólpan aftanfyri grikska málverjan, og størsta møguleikan í 1. hálvleiki - í tíðini sum dómarin legði aftrat - var Jóan Símun Edmundsson leysur innanfyri miðverjarnar, eftir at sera væl upplagdi Christian Lamhauge Holst hevði spælt hann leysan.

 

Jóan Símun royndi at lyfta bóltin upp um málverjan, sum kom út ímóti, men tíverri fekk málverjin bóltin í høvdið!

 

Eitt korter eftir steðgin skoraði Jóan Símun, og so var talan um framúr liðavrik.

 

Fróði Benjaminsen, Brandur H. Olsen og Hallur Hansson arbeiddu sum hestar, og teir dugdu at finna viðspælarar, tá ið teir høvdu fingið fatur á bóltinum.

 

Í miðverjuni riggaði tað sera væl millum Atla Gregersen og Sonna Ragnar Nattestad, sum lósu spælið framúr væl og oftast megnaðu at koma framum mótstøðumenninar, áðrenn teir fingu tak á bóltinum.

 

Pól Jóhannus Justinussen, Odmar Færø og Klæmint A. Olsen komu síðstu løtuna inn at hjálpa til, og tað riggaði.

 

Tá ið italski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var fagnaðurin ovurstórur á vøllinum og á beinkinum, har Lars Olsen, Jóannes Jakobsen og allir hinir góvu til kennar, at teir vóru ovurfegnir, og at hetta var úrtøkan eftir venjingarnar í Gundadali seinastu vikurnar og eitt framúr punktum fyri hetta kappingarárið.

 

Hetta úrslitið gellur kring alt Europa og allan fótbóltsheimin.

Hetta var fantastiskt tit har suðuri í Grikkalandi!!

 

 

Grikkaland-Føroyar 0-1 (0-0)

EM undankappingardystur á Georgios Karaiskakis stadion í Piraeust í Grikkalandi fríggjadagin 14. november 2014 kl. 21.45

Dómarabólkur úr Italia: Nicola Rizzoli, Renato Faverani, Andrea Stefani, Gianluca Cariolato, Paolo Mazzoleni og Davide Massa.

0-1: Jóan Símun Edmundsson 61.

Grikkaland: Orestis Karnezis – Vasilis Torosidis, Kostas Manolas, Vangelis Moras, Nikos Karabelas -  Giannis Maniatis, Panagiotis Kone, Andreas Samaris – Nikos Karelis, Fanis Gekas, Lazaros Christodoulopoulos

Á beinkinum: Michalis Bakakis, Christos Tasoulis, Stefano Kapino, Panagiotis Glykos, Loukas Vyntra, Avraam Papadopoulos, Alexandros Tziolis, Dimitris Kolovos, Petros Mantalos, Thanasis Dinas, Charis Mavrias, Stefanos Athanasiadis

Venjari: Claudio Ranieri

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen (Klæmint A. Olsen, 88.), Christian Lamhauge Holst (Pól Jóhannus Justinussen, 76.) – Jóan Símun Edmundsson (Odmar Færø, 86.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Hanus Jacobsen, Gilli Sørensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Arnbjørn Hansen

Gult kort: Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, Atli Gregersen 

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

 

----

 

LIÐUGT

0-1

Føroyar hava vunnið 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi!!!

 

Nú restar ein minuttir, og Føroyar eru frammanfyri 1-0!!

90.+2.) 0-1

90.+1.) 0-1

90) 0-1

4 minuttir lagdir aftrat.

89) 0-1

So restar ein minuttir. Grikkar hava júst havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri Gunnar Nielsen, men kortini kennist tað ikki at vera heilt vandamikið!

88) 0-1

Klæmint A. Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Brand H. Olsen.

87) 0-1

Føroyingar spæla seg úr pressaðari støðu í vinstru, eftir at Gunnar Nielsen ikki var sannførandi í sambandi við flatt innlegg úr vinstru. Pól Jóhannus og Brandur megna at tiltuska sær fríspark heilt frammarlaga.

Manolas sær gult.

86) 0-1

Málskjúttin Jóan Símun Edmundsson fer av vøllinum, og í hansara stað kemur verjuspælarin Odmar Færø.

Grikkaland hevur vandamikið fríspark úr vinstru, men bólturin verður stútaður upp um málið!

84) 0-1

Jóan Símun Edmundsson liggur við krampa heilt frammi við mállinjuna hjá Grikkalandi, og føroyingar fyrireika útskiftingina.

82) 0-1

Grikkaland hevur havt tólv hornaspørk, og Føroyar hava havt eitt hornaspark.

Higartil hava áskoðararnir bara verið tolnir við Hellas, men nú er alt styttri millum bríkslini.

80) 0-1

Nú gongur tað mesta fyri seg í og frammanfyri føroyska brotsteigin.

79) 0-1

Tá ið tað ikki eydnast við gjøgnumbrotum og innleggum so royna grikkar seg alt meiri við langskotum. Higartil hevur tað ikki verið trupulleiki hjá Gunnari Nielsen.

78) 0-1

Grikkar fremja framrættaða skifting. Vinstri vongverji Karabelas fer av vøllinum, og í hansara stað kemur framrættaði miðvallarin Mantalos.

77) 0-1

Nú er trýst á føroyska málinum. Grikkar hava fleiri horna, og besta møguleikan høvdu teir, tá ið Sonni Ragnar Nattestad var óheppin og misti bóltin í vinstru, men Atli Gregersen var fyrstur á eftir innleggið.

75) 0-1

Pól Jóhannus Justinussen er komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.

74) 0-1

Hóast tað bara restar stórt korter, so megna føroysku spælararnir framvegis bæði at stríðast og spæla. Ferð eftir ferð kemur tað fyri, at føroysku spælararnir megna at samanspæla fimm, seks ella sjey ferðir, og teir flyta seg framvegis væl fyri hvørjum øðrum.

72) 0-1

So bragdaði aftur, hvat spælinum viðvíkur. Eftir gott álop í høgru sneiddi Jóan Símun Edmundsson framvið trimum, og so royndi hann at pota bóltin upp í handara málhornið, men bóturin fór dygst framvið.

70) 0-1

Nú ræður um at halda høvdið kalt. Grikkar hava bóltin mesta partin av tíðini, og tað er strevið hjá okkara monnum at renna aftaná. Hyggjuráðini eru, at okkara menn fáa fatur á bóltinum. Tað gongst ikki so væl júst nú.

69) 0-1

So var tætt við, at grikkar javnaðu. Eftir sera gott og neyvt innlegg úr høgru var Kone púra blankur, men mitt fyri málinum og tríggjar metrar úti stýrdi hann kúluni upp um tvørtræið!

68) 0-1

Áskoðararnir gera eina síðstu roynd við at rópa Hellas, Hellas. Higartil bendir einki á, at orkan hjá føroysku spælarunum fer at ganga undan.

67) 0-1

Grikkar royna at seta meiri futt undir ketlarnar, men tað eydnast ikki. Gunnar Nielsen gevur sær góðar stundir í sambandi við málspark.

65) 0-1

Grikkar eru frustreraðir. Spælarar og áskoðarar royna at leggja trýst á dómaran og vilja hava brotsspark hvørja ferð teir vitja í føroyska brotsteiginum. Men italski Nicola Rizzoli, sum dømdi HM finaluna, letst ikki um vón.

63) 0-1

Tað er ikki til at trúgva, men tað er ein veruleiki, at Føroyar eru á odda suðuri í Grikkalandi. Jóan Símun Edmundsson  skoraði úr seks metrum eftir álop, har seks føroyskir spælarar vóru í brotsteiginum. Sølvi Vatnhamar breyt ígjøgnum í høgru, legði flatt innfyri, og eftir tvær ferðir aftur og fram og síðstu sendingina frá Brandi H. Olsen smekkaði Jóan Símun Edmundsson bóltin í málið!!

MÁL, MÁL. MÁL 

61) 0-1: Jóan Símun Edmundsson 61.

60) 0-0

Ein tími er farin, og ein hálvur tími er eftir. Hesin tímin hevur leikliga verið tann besti, sum Føroyar nakrantíð hava megnað á útivølli!

58) 0-0

Jónas Tór Næs tiltuskar sær frispark í høgru, sum Brandur H. Olsen leggur innfyri, men illa sperdu grikkarnir megna at stúta burtur.

57) 0-0

Grikkar vinna horna í høgru, men bólturin fer beinanvegin út av baklinjuni.

Atli Gregersen sær gult fyri at seinka spælinum.

55) 0-0

Aftur og aftur síggjast føroysku spælararnir megna at sneiða seg úr trongdum støðum. Neyvan nakrantíð áður hevur føroyska liðið spælt so væl á útivølli sum fyrstu 55 minuttirnar í kvøld.

53) 0-0

Føroyska liðið stríðist av øllum alvi, og spælið er framvegis fínt. Spurningurin er, um tað fer at eydnast at halda fram á henda hátt og vónandi at vinna úrtøku!

51) 0-0

Marginalirnir eru ikki við. Eftir framúr álop í høgru og flatt innlegg frá Jónasi Tór Næs og út frá smekkar Fróði Benjaminsen til úr fimtan metrum, men bólturin brestur í stólparótina!

49) 0-0

Hallur Hansson sær gult fyri fríspark mitt á vøllinum. Harvið er tað greitt, at Hallur verður leikbannaður næstu ferð.

48) 0-0

Grikkaland hevur skift út í hálvleikinum. Álopsspælarin Gekas er ikki komin á vøllin eftir steðgin. Í hansara stað er komin Athanasiadis.

46) 0-0

Føroyar spæla seg aftur til risa møguleika. Sølvi Vatnhamar kemur leysur í høgru. Í staðin fyri at smekka til velur hann at leggja flatt innfyri til Jóan Símun Edmundsson, sum er ansaður av tveimum, og so trillar bólturin framvið øllum.

Sera stórur møguleiki!

----

 

0-0

Italski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki, og spælararnir eru farnir at rinda møðina. Størsta møguleikan í hesum hálvleikinum áttu Føroyar, tá ið Jóan Símun Edmundsson í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, var leysur, men tíverri rakti málverjan í høvdið.

Stutt frammanundan var um reppið, at Fróði Benjaminsen setti hol á, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru frá Christian Lamhauge Holst, royndi seg við stútara upp um málverjan, sum fekk ytsta lið á fingrinum á bóltin, ið fór út til horna.

 

Talan hevur higartil verið um framúr føroyskt avrik. Okkara menn hava á ongan hátt verið niðurspældir. Leikliga avrikið - bæði í verju og álopi - hevur verið framúr. Allir luttaka í verjuspælinum, sum hevur verið so sera væl skipað, og í álopspartinum hevur tað verið nógv meiri breidd, tyngd og hugflog, enn tað leingi hevur verið at sæð.

--

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Í síðstu sekundunum undan steðginum tilspældi føroyska liðið sær størsta møguleikan higartil. Eftir fína sending frá Christian Lamhauge Holst var Jóan Símun Edmundsson leysur innanfyri griksku verjuna. Hann rann frammanfyri verjuspælararnar og royndi at lyfta bóltin upp um málverjan, sum fór niður í knøunum, men tíverri rakti bóltin í høvdið á málverjanum, og so var tann møguleikin burtur.

 

45) 0-0

Steðgur hevur verið í eina løtu, tí Sølvi Vatnhamar liggur skaddur eftir hornaspark frá grikkum.

Dómarin hevur lagt ein minutti aftrat vanligu leiktíðini.

43) 0-0

Eftir framúr føroyskt álop er um reppið, at Fróði Benjaminsen, eftir innlegg úr vinstru frá Christian Lamhauge Holst, stútar Føroyar framum, men málverjin bjargar til horna.

41) 0-0

Grikkaland hevur havt horna úr høgru. Enn eina ferð varð bólturin lagdur til nærra stólpan, og enn eina ferð stútaði føroyska verjan burtur.

40) 0-0

Grikkar hava risa møguleika eftir innlegg úr vinstru, men Lazaros setir bóltin skeivu megin nærra stólpan, tá ið Gunnar Nielsen kemur út ímóti og ger seg breiðan.

38) 0-0

Føroyar eru um reppið at fáa hol á. Jóan Símun Edmundsson vinnur bóltin í høgru, og Sølvi Vatnhamar er um reppið at leggja bóltin inn til púra leysa Christian Lamhauge Holst, men bólturin rakar í hælin á mótstøðumanni.

36) 0-0

Eftir fínt gjøgnumbrot í høgru og innlegg frá Jónasi Tór Næs, missir Jóan Símun Edmundsson bóltin. So gongur tað skjótt hinvegin, men eftir flata innleggið verður bólturin skotin í síðunetið.

35) 0-0

Grikkar eru vandamiklir í høgru, men tá ið lagt verður flatt innfyri hevur føroyska verjan tak á støðuni, sum er rangstøða.

33) 0-0

Brandur H. Olsen sær gult fyri at spenna bringuna úr sær, eftir at mótstøðumaður hevur gjørt ónollu ímóti honum.

31) 0-0

Áskoðararnir fara so smátt at geva sína misnøgd til kennar við heimaliðið.

30) 0-0

Føroyska verjuspælið er sera gott, og føroyingar lúra eftir møguleika at fara í skjótt mótálop. Sølvi Vatnhamar vinnur bóltin á baklinjuni, men tíverri fer bólturin akkurát út av vøllinum, áðrenn hann leggur innfyri til Jóan Símun Edmundsson.

27) 0-0

Síðstu lítlu løtuna hevur føroyska liðið verið aftarlaga, men heimaliðið hevur ikki megnað at spæla seg til møguleikar.

25) 0-0

Eftir gott álop og framúr sending frá Christian Lamhauge Holst eru føroyingar í sera góðari støðu, men innleggið úr vinstru frá Viljormi Davidsen er ikki nóg gott.

23) 0-0

Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, og higartil hevur føroyska liðið staðið seg betri, enn tað plagar at gera á útivølli. Grikkar megna ikki so høga leikferð sum eitt nú norðurírar vístu. Samanspælið er gott, og føroyingar eru avgjørdir í nærdystunum.

22) 0-0

Heimaliðið roynir at seta leikferðina upp. Tá ið føroyingarnir geva sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltsstøður, ger dómarin vart við, at hetta gongur ikki.

20) 0-0

Grikkar hava havt triðja hornasparkið - hesa ferð úr høgru - og enn eina ferð megnar føroyska liðið at rudda burtur. Merkisvert er tað, at í øllum trimum førum er bólturin lagdur til fremru stong.

17) 0-0

Brandur H. Olsen roynir seg við frísparki úr 22 metrum, og bólturin brestur í stólpan!

Frísparkið varð framt ímóti Christian Lamhauge Holst, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði verið í góðari støðu í brotsteiginum.Upprunin til møguleikan var langt innkast úr høgru frá Jónasi Tór Næs.

15) 0-0

Jóan Símun Edmundsson verður veitraður fyri rangstøðu, og í næsta álopinum roynir grikki at filma seg til fríspark á brotsteigarmarkinum eftir nærdyst við Atla Gregersen. Átti at sæð gult, men dómarin sigurin einki.

14) 0-0

Eftir horna úr vinstru er sera tætt við, at heimaliðið leggur seg framum, men eftir stútara strýkur bólturin framvið handara stólpanum.

12) 0-0

Fyrst Brandur H. Olsen og so Jóan Símun Edmundsson takla á mótstøðuhálvuni, og báðir eru hepnir ikki at síggja gult fyri frísparkini.

11) 0-0

Eftir langt skift úr høgru spælir Grikkaland seg ígjøgnum í vinstru. Skotroyndin er úr spískum, og bólturin fer út til innkast í handara borðinum.

9) 0-0

Hallur Hansson roynir seg við frísparki úr 35 metrum og mitt fyri, men málverjin bjargar. Føroyingarnir vísa stórt sjálvsálit í samanspælinum.

6) 0-0

Gott føroyskt álop og flatt innlegg úr høgru frá Jóan Símuni Edmundsson, sum akkurát ikki ber risa møguleika við sær mitt fyri málinum. 

5) 0-0

Føroyar hava fyrsta málsparkið eftir miseydnaða roynd hjá heimaliðnum at spæla seg ígjøgnum. Higartil hevur talan ikki verið um trýst á føroyska málið.

4) 0-0

Grikkaland tiltuskar sær horna í vinstru, men Gunnar Nielsen boksar bóltin burtur.

2) 0-0

Føroyingar eru í bláum, og grikkar eru í hvítum

1) 0-0

Føroyingar leggja bragdliga fyri, og longu í fyrsta minutti verður fríspark sent í brotsteigin.

 

 

Grikkaland-Føroyar kl. 19.45

EM undankappingardystur á Georgios Karaiskakis stadion í Piraeust í Grikkalandi fríggjadagin 14. november 2014 kl. 21.45

Dómarabólkur úr Italia: Nicola Rizzoli, Renato Faverani, Andrea Stefani, Gianluca Cariolato, Paolo Mazzoleni og Davide Massa.

Grikkaland: Orestis Karnezis – Vasilis Torosidis, Kostas Manolas, Vangelis Moras, Nikos Karabelas -  Giannis Maniatis, Panagiotis Kone, Andreas Samaris – Nikos Karelis, Fanis Gekas, Lazaros Christodoulopoulos

Á beinkinum: Michalis Bakakis, Christos Tasoulis, Stefano Kapino, Panagiotis Glykos, Loukas Vyntra, Avraam Papadopoulos, Alexandros Tziolis, Dimitris Kolovos, Petros Mantalos, Thanasis Dinas, Charis Mavrias, Stefanos Athanasiadis

Venjari: Claudio Ranieri

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen, Hanus Jacobsen, Gilli Sørensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen, Arnbjørn Hansen

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen