Sentralir miðvallarar eru burtur

Tveir av týdningarmiklu miðvallarunum eru leikbannaðir hjá B36, ið fær vitjan av fuglfirðingum, sum kenna seg vera á gáttini til góð úrslit ímóti teimum stóru

Eftir eyðmýkingina, sum tað var hjá B36 at tapa greitt ímóti HB, reistu teir í árstalsfelagnum seg so ruddiliga ólavsøkudag við trivaligum 4 – 2 sigri ímóti Víkingi.

Tveir av sentralu miðvallarunum – Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen – sóu gult ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at teir báðir eru leikbannaðir – Eli F. Nielsen hevur sjey gul kort á kontuni og Magnus Holm Jacobsen hevur fýra gul kort á kontuni. Benjamin Heinesen er tøkur aftur eftir leikbann. Alex Mellemgaard var sjúkur á ólavsøku. B36 toppskjúttin Michal Przybylski varð útskiftur ímóti Víkingi. Hann er darvaður av vøddaskaða, men tað verður roknað við, at hann verður tøkur ídag.

Hjá ÍF var tað strika í rokningini, at tað í ólavsøkuumfarinum ikki eydnaðist at vinna á Argjum, har úrslitið var 2-2.

Fuglfirðingar halda, at talan var um gott avrik, tá ið teir høvdu vitjan av B36, sum kortini fór suður aftur við 3-0 sigri. Teir halda, at liðið er nógv ment, og at tað ikki er so langt burtur, at tað fer at eydnast at vinna stig ímóti øðrum av teimum stóru enn Víkingi.

Bogi Løkin hevur verið darvaður av vøddaskaða. Hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu, men tað er møguleiki fyri, at hann verður á listanum ídag. Miðverjin Jens Joensen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður á Argjum.