Sepp Blatter: Skeivt at hava HM fyri felagslið

Gamli FIFA-forsetin er hart ímóti tí sum núverandi FIFA-forsetin, Gianni Infantino vil gjøgnumføra

Sepp Blatter sum var forseti hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA millum 1998 og 2015 er hart ímóti framtíðarætlanunum hjá núverandi FIFA-forsetanum, Gianni Infantino

 

Við týska blaðið, Zeit sigur Sepp Blatter: - Tað sum er í ferð við at henda nú er ein yvirkommersialisering av spælinum. FIFA roynir at pressa meir og meir úr sitrónini, sum t.d. við einum HM-endaspæli við 48 liðum, ella við einum HM-endaspæli fyri felagslið, ið er ein beinleiðis kappingarneyti til Champions League. 

 

Sepp Blatter var annars sjálvur við til at kommersialisera FIFA og fótbóltin í farnu øld, eisini sum aðalskrivari hjá FIFA. Brasilski João Havelange, ið var FIFA-forseti millum 1974 og 1998 ákærdi Blatter fyri at hava skapt eitt stórt "fíggjarligt trøll". Um hetta sigur Sepp Blatter í samrøðuni við Zeit: - Vit megnaðu ikki at verja fótbóltin móti fíggjarligari og politiskari ávirkan. Tað sum dreiv meg var at tæna fótbóltinum. Eg kundi ikki síggja fyri mær, at tað fór at koma hertil. 

 

86 ára gamli, Sepp Blatter og núverandi FIFA-forsetin, Gianni Infantino sita illa um sátt. Við Zeit sigur Sepp Blatter: - Eg havi eingi viðurskifti við Gianni Infantino. Hann hevur onga virðing sýnt mær, og hann hevur noktað at hava nakað sum helst samband við meg síðani hann var valdur til forseta. Hann samskiftir bara við meg gjøgnum sínar sakførarar. 

 

Sepp Blatter var millum teir fáu, ið høvdu atkvøðurætt tá Katar í 2010 var valt at vera HM-vertsland í 2022. Sepp Blatter sigur tó, at hann við tað høvið atkvøddi fyri USA sum HM-vertslandi. Gianni Infantino hevði ikki atkvøðurætt við atkvøðugreiðsluna í 2010, tá Russland fekk HM-endaspælið í 2018, og Katar fekk HM-endaspælið í 2022.