Sera fjølbroytt listaframsýning

Klokkan 14 í dag letur Katrin Einarsson upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Hetta er ein fjølbroytt framsýning við málningum, standmyndum, prenti, málað á grót og við.

Á loftinum eru nakrar flúgvandi verur, sum hon hugsar sær til finnast í náttúruni. Verurnar eru líkar huldufólki, tí eingin hevur sæð tær nakrantíð. Tær eru gjørdar úr stáltráði, pappíri og nógvum øðrum ymiskum tilfari.

Katrin sýnir eisini fram nakrar bøkur, hon hevur gjørt. Ein bók er um heimleys børn.

Katrin Einarsson tók í juli útbúgving við útmerkilsi sum illustratorur í Blackpool í Englandi, og við próvtøkuna fekk hon silvurvirðisløn fyri eina mynd, sum hon eisini sýnir fram.

Hon hevur bara eina ferð áður havt framsýning. Tað var á jóansøku í fjør.

Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík fram til mikudagin í næstu viku.