Løgreglan hevur havt sera lítið at gjørt undir G-festivalinum. Ongin harðskapur ella stórvegis ósemja av nøkrum slag, men friðarligt allan vegin ígjøgnum. Bert ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður Um tað er góða veðrið, sum hevur havt sína góðu ávirkan á hendingarríka vikuskiftið við G-festivali ella ikki, er ilt at siga, men okkurt kundi týtt uppá, at so er. Í øllum førum hevur løgreglan í Runavík sjáldan havt minni at gera eitt vikuskifti sum hetta, sjálvt tey í sambandi við stóra tiltakið í Gøtu fingu hjálp úr Havn og høvdu 20 mans í arbeiði ígjøgnum døgnið.
Sambært vakthavandi í Runavík gekk alt fyrimyndarliga fyri seg. Ongin harðskapur av nøkrum slagi, og ongin yvirnátting á løgreglustøðini. Bert burturmistir lutir sum er vanligt, tá nógv fólk koma saman. Til dømis fartelefonir, pengamappir, visakort, lyklar og annað, sum fólk hava saknað.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var náttina til leygardagin.
Vakthavandi í Runavík sigur, at bæði Reyði Krossur og Blákrossur hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri, at tingini skuldu ganga væl, og tað gjørdu tey eisini, leggur hann afturat.