Sera ófriðarligt í Turkalandi

Tað hevur verið sera ófriðarligt í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, har politiið hevur brúkt bæði táragass og vatnkanónir ímóti mótmælisfólkum, sum í sínum lagi hava steinað eftir politistum.

Seinnapartin í gjár vóru mótmælisfólkini eisini væl mannað á Taksim-torginum í Istanbul. – Okkara stríð ímóti politikkinum hjá Erdogan, forsætisráðharra, er verri enn so av, søgdu mótmælisfólkini.

Sjálvur avsannaði Tayyip Erdogan í gjár, at hansara leiðslustílur skal vera ov strangur og harður, so onnur ikki skulu sleppa framat, men tað løgdu mótmælisfólkini líka í.

Turkiska innanríkisráðið sigur, at 900 fólk eru handtikin í mótmælistiltøkum í 48 turkiskum býum.