Tað er vónleyst at fáa greiði á, hvat veruliga er hent í Algeria, eftir at stjórnarherurin søkti av yvirgangsmonnunum, sum høvdu tikið gíslar á gassverkinum In Aménas.
Ein talsmaður fyri teir lokalu myndugleikarnar sigur, at herurin hevur tryggjað sær ræðið á gassverkinum. Tíðindastovan APS skrivar, at herurin hevur bjargað fýra útlendskum gíslum, tveimum úr Bretlandi, einum úr Fraklandi og einum úr Kenya. Írska uttanríkisráðið sigur, at ein íri er sloppin frá gíslatøkuni við lívinum.
Lokalar tíðindastovur siga, at bara nakrir fáir av teimum útlendsku gíslunum eru slopnir við lívinum, men hesi tíðindini eru ikki váttað. Samstundis verður sagt, at gíslatakararnir hava sjey gíslar eftir, tveir úr USA, tríggjar úr Belgia, ein úr Japan og ein úr Bretlandi. Men hetta er heldur ikki váttað.
Norska uttanríkisráðið hevur fyrr sagt, at níggju norðmenn vóru millum gíslarnar í Algeria, og fyri stuttum segði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið, at tey hava ongan álítandi upplýsingar um norðmenninar. Sambært NRK fer Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, at halda tíðindafund klokkan 18.