Nú japonsk tunfiskaskip eru vorðin alt meira vanlig her um okkara leiðir og avtalur eru gjørdar um veiðu á føroyskum øki, er greitt, at tað oftani eru boð eftir tænastuveiðingum av ymsum slag í landi.
Guttormur Djurhuus, sum hevur umboðað føroyskar myndugleikar umborð á fleiri av tunfiskaskipunum, sigur, at japonsku skipararnir eru ovfarnir av tí høga støðinum, sum føroyskar tænastuveitingar eru á.
? Teir hava sera rósandi orð um føroyska tænastustøðið, hvat skipatænastu viðvíkur. Hetta haldi eg, at ein eigur at leggja sær í geyma havandi í huga eina komandi oljuleiting við Føroyar. Har nettup tænastuveitingar á einum høgum støði eru av so stórum týdningi.
Tá skipini hava havt trupulleikar av onkrum slag, tá teimum hevur tørvað eykalutir ella tey hava havt brúk fyri vørum av ymsum slag, so hava tey nærum altíð kunnað fingið hetta í føroyskari havn