Tað er øgiliga gott lag millum Arsenal fjepparar í London og kring allan heimin. Tíðliga seinnapartin vann Arsenal 2-0 á heimavølli ímóti grannunum í Tottenham. Bæði málini vórðu skorað síðstu løtuna undan steðginum, tá ið Shkodran Mustafi stútaði í netið eftir fríspark frá Mesut Ӧzil, og so tá ið Alexis Sanchez úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin upp í nettakið eftir skjótt mótálop og innlegg úr høgru.
Endurtøkur vístu, at Tottenham legan av røttum vísti á, at talan var um rangstøðu.
Tottenham varð roknað at vera favorittur. Bæði tí avrikini hjá teimum hvítu og svørtu higartil hava verið meiri sannførandi enn tey hjá teimum reyðu og hvítu, og tí manningin hjá Tottenham roknað spælara fyri spælara verður mett at vera betri enn hjá Arsenal. Serliga hevur tað ofta í verjuni hjá Arsenal.
Síðstu mongu ferðirnar hevur Tottenham verið omaná í grannauppgerðunum, tí Arsenal hevði undan dagsins samanbresti ikki vunnið nakra grannauppgerð ímóti Tottenham síðani í mars 2014.
Í dag gekk tað meiri enn striltið hjá Tottenham at fáa ferð á eyðkenda samanspælið. Christian Eriksen var ikki í tí lagnum, sum hann so ofta hevur verið í, og sum hann var í týskvøldið, tá ið Danmark við 5-1 sigri í Írlandi kvalifiseraði seg at luttaka í HM endaspælinum í Russlandi næsta summar. Tá skoraði Christian Eriksen hattrikk.
Heldur ikki álopsspælarin Harry Kane kendist vera heilt væl upplagdur. Hann varð útskiftur og ivaleyst meiri darvaður av skaða, enn tað fyrstu løtuna sá út til.
Arsenal sigurin ber við sær, at tað nú bara er eitt stig frá Tottenham, sum hevur 23 stig, og aftur til Arsenal.