Sera væl nøgdir fyriskiparar

- Vit læra betri og betri at fyriskipa dagin, og í dag koyrdi alt veruliga eftir skinnarum. Tiltøkini eru eisini vorðin betri og betri, sigur Niklas Heri Jákupson, sum er ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi

Sjómannadagur

 

Tá leygarkvøldið leið í Klaksvík, fingu vit orð á ein av fyriskiparunum av sjómannadegnum, Niklas Hera Jákupson.

- Dagurin hevur eydnast fantastiska væl. Veðrið hevur víst seg frá síni bestu síðu, og her hava verið ótrúliga nógv fólk, sigur ein sera vælnøgdur Niklas Heri.

Hann vísir á, at hetta er fimmta árið, at skipað verður fyri sjómannadegi, og fyrireikararnir føla, at teir hava lært betri og betri at fyriskipa dagin, og í dag eru teir samdir um, at alt veruliga koyrdi eftir skinnarum. Tiltøkini eru eisini vorðin betri og betri.

 

Góðir stuðlar

- Vinnan eigur henda dagin. Alt er ókeypis, øll tiltøk og øll starvsfólk arbeiða frítt. Haraftrat hava vit havt sera góðar vinningar til tær ymsu kappingarnar. Við einum slíkum degi fylgja tí ótrúliga nógvar útreiðslur, sum allar eru dekkaðar av stuðlum frá vinnuni sjálvari. Annars hevði tiltakið als ikki latið seg gjørt, sigur Niklas Heri.

Hann letur ongan iva vera um, at hesin dagur er ómetaliga umráðandi fyri Klaksvíkina, tí Klaksvík er okkara høvuðsfiskibýur, sum hann tekur til.

- Sjómannadagurin er komin fyri at vera og verður hildin aftur næsta ár, vissar Niklas Heri Jákupson okkum um.

Lesið eisini greinarnar á blaðsíðu 12 og 13.