Seinastu tvær vikurnar hava ítrívsskeiðini hjá Arctic Import verið á skránni. Lærarar og námsfrøðingar úr ávíkavist Havn, Klaksvík, Vágunum og Eysturoynni hava verið til eitt seks tímar langt skeið, har tey hava kunnað ment teirra skapandi evni og somuleiðis fingið íblástur til teirra dagliga yrki innan ítriv.
Tey hava millum annað arbeitt við litum, har tey hava fingið innlit í, hvussu litir virka, um ein blandar teir saman. Og ymisk sløg av máling hava tey eisini arbeitt við.
Kreativiteturin er í hásæti til hesi skeið, og endamálið er at upptaka fólk í ítrivi. At læra tey at arbeiða við teirra hugflogi og at skapa nakað úr tí.
Skeið í tveimum
Skeiðið er býtt upp í tveir bólkar. Annað er tilegnað námsfrøðingum, sum arbeiða við yngri børnum og hitt er tilegnað lærarum, sum jú arbeiða við heldur eldri børnum.
Willi Petersen frá Arctic Import sigur, at hesi skeiðini verða fyriskipað í samstarvi við Av Form í Danmark, sum er ein fyritøka, sum skipar fyri tílíkum skeiðum í Danmark og harafturat rindar fyri alt tilfar, sum verður nýtt á einum tílíkum skeiði.
Eitt av starvsfólkunum í Av Form hevur verið í Føroyum hesar dagarnar og skipað fyri skeiðinum. Eva Tworek hevur veri ð í Føroyum í nærum tvær vikur nú og hildið skeiðir. Skeiðsrøðin endaði í dag.