Tað gekk stak illa hjá finsku fartelefonfyritøkuní Noka í fyrsta ársfjórðingi.
Roknskapurin vísir, at hallið var 929 milliónir evrur, og tað var nógv meiri, enn greinararnir høvdu roknað við. Teirra meting var 554 milliónir evrur.
Nokia sigur í roknskaparfrágreiðingini, at sølan í januar ársfjórðingi var 30 prosent minni enn í sama ársfjórðingi í fjør.