- Sera vónbrotin av úrslitinum

Klæmint Matras, stríðsmaðurin á B36 miðvøllinum, er vónbrotin um 1-0 tapið móti georgisku meistarunum Torpedo Kutaisi

Nýklakti landsliðsleikarin á B36 miðvøllinum, 21 ára gamli Klæmint Matras, er vónbrotin av úrslitinum á Tórsvølli í gjár.
- Tá vit høvdu so nógv spæl, og tá vit komu fram til fleiri málmøguleikar, er tað eitt stórt vónbrot at tapa dystin, eru fyrstu viðmerkingarnar frá Klæminti, sum spældi dystin á tamb í regninum á Tórsvølli í gjár.
Klæmint Matras vísir eisini á, at hóast øll mál eru keðilig, var málið hjá Torpedo Kutaisi nakað, ein kann iðra seg um.
- Málið hjá teimum var sera óheppið. Vit verða fangaðir í uppspælinum, og so er opið aftanfyri. Tað iðri eg meg um, og tað eigur ikki at henda.

Vánaligt georgiskt verjuspæl
Klæmint Matras hevur verið plágaður av skaða seinastu tíðina, men hóast tað spældi hann allar 90 minuttirnar á defensiva miðvøllinum saman við Julian Johnsson. Klæmint sigur, at tað var øðrvísi at spæla enn í heimligu kappingini.
-Ein hevur lítla tíð at umráða seg móti slíkum liði. Eftir tvær bóltrøringar kemur takklingin, og tískil ræðum um at gera skjótt av. Klæmint leggur afturat, at hóast liðið var gott, vístu teir vánaligt verjuspæl, har B36 spældi seg til fleiri málmøguleikar. Við bert eitt sindur av hepni hevði B36 ikki tapt dystin í gjár, sum sostatt endaði 1-0 til Torpedo Kutaisi.