Serbar og danir í finaluni

Serbia hevur spælt seg í EM-finaluna í manshondbólti. Serbar vunnu fyri løtu síðani hálvfinaluna ímóti grannunum úr Kroatia við 26 málum ímóti 22. Hálvleiksstøðan var 14-13 til kroatar.

 

Serbar løgdu seg á odda longu frá byrjanini í seinna hálvleiki, og teir vóru á odda við teimum og fýra málum at kalla allan hálvleikin. Hesa løtuna stóð serbiski málverjin, Darko Stanic, sera væl, samstundis sum tað kroatiska álopið hevði stórar trupulleikar við at sleppa ígjøgnum ta sterku serbisku verjuna.

 

Serbar fingu góðan stuðul frá einari fullsettari høll, og aftan á dystin ásannaði serbiski spælarin Momir Ilic í samrøðu við danska TV2, at áskoðararnir høvdu borið liðið ígjøgnum dystin. Spurdur, hvat hann væntar sær av finaluni ímóti dønum, svaraði Ilic, at tað verður ein trupul dystur fyri serbar. Hann vísti á, at Serbia vann á Danmark í tí innleiðandi umfarinum, men at ein finala er nakað annað.