Grindadrápið í Sandagerði 23. juli í fjør, var í dag viðgjørt í Eystara landsrætti. Eitt umboð fyri Sea Shepherd varð handtikið hendan dagin og dømt fyri at hava órógva grindadrápið. Hann fekk 5.000 krónur í bót.
Maðurin kærdi dómin, sum førdi til at ákærin eisini kærdi. Maðurin vil frídømast, meðan ákærin vil hava revsingina herda, umframt at hon ynskir, at maðurin verður dømdur fyri at hava órógvað og darvað grindadrápinum.
Fýra vitni vóru innkallað, umframt at fleiri kykmyndabrot vórðu víst.
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, vildi vera við, at maðurin hevði ikki einans órógvað við síni nærveru, men at hann hevði darvað grindadrápinum, við tað at hann hevði gingið og malið á sandinum, har hvalirnir skulu dragast upp.
Verjin peikaði á, at mong onnur óviðkomandi gingu á sandinum, men tá vísti ákærin á, at føroyingar kenna til grindadrápið.
- Øll vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg og ansa sær. Øll vita, at um tú ikki luttekur, so heldur tú frástøðu. Øll, uttan ákærdi, segði Linda Margrethe Hesselberg millum annað í framløgu síni.
Verjin hjá manninum, Jógvan Páll Lassen, vildi vera við, at maðurin einans var handtikin, tí hann gekk í Sea Shepherd klæðum.
- Var hann ílatin eina FCK-troyggju, hevði eingin løgreglumaður skeitt at honum. Har eru nógv fólk í Sandagerði hendan dagin, sum eisini eru ímóti grindadrápinum, kortini er einans hann handtikin. Orsøkin er, at vit vita, hvat hann heldur, tí hann er ílatin sum hann er. Øll hini, við somu meiningum, ganga enn leys. Tað er ikki ólógligt at ganga í Sea Shepherd-klæðum, sigur Jógvan Páll Lassen.
Jógvan Páll Lassen vildi vera við, at maðurin einans var í Sandagerði fyri at eygleiða og soleiðis savna sær kunning um grindadrápið, hann hevur á ongan hátt brotið grindalógina.
- Skal hann dømast fyri nakað, kann hann dømast fyri ikki at akta løgregluna, tá hon heitir á hann at fara longur niðan. Revsingin fyri tað er tó ásett til eini 500, 600 krónur. Tí er tað heilt burtur við at geva honum eina bót upp á 5.000 krónur, sum Føroya Rættur gjørdi, sigur Jógvan Páll Lassen.
Ákærin vil hinvegin hava dómin herdan. Hon vísti á, at sama dag vóru tvey fólk handtikin í Bø fyri at órógva og darvað grindadrápið har. Tey vóru dømd 25.000 til 30.000 krónur í bót. Hon helt, at revsingarnar máttu vera á leið tær somu. Um hann so einans kundi dømast fyri at órógva drápið, helt hon at revsingin átti at ligið um 10.000 krónur.
Annars viðmerkti verjin, at tað mátti vera serhending í føroyskari rættarsøgu, tá málið var fyri í Føroya rætti. Jógvan Páll Lassen var sjálvur við í rakstrinum, eins og dómarin, Søren Holm Seerup. Ákærdi var sjálvandi á sandinum, meðan ákærin, Linda Margrethe Hesselberg stóð í bakkanum og helt eyga við drápinum. Sostatt vóru allir partarnir í rættinum til staðar í Sandagerði.
Dómur í hesum málinum og málinum í Bø, sum var fyri í gjár, fellur í næstu viku.