Seres 3: Nýggjur elbilur á føroyska marknaðin

Eitt av nýggju elbilamerkjunum á føroyska marknaðinum er Seres 3, sum er ein væl útgjørdur og spennandi bilur.

 

Seres verður framleiddur í tøttum samstarvi við fyritøkuna, Research & Design í Silicon Valley í USA.

 

Navnið hevur sín uppruna úr latínskum, sum merkir silki og vísir til gamla Kina.

 

Seres 3 hevur 53.61 kWh battarí og koyrir upp til 420 kilometar við eini løðing.

 

Bilurin koyrir úr 0 uppí 100 km/t upp á 8,9 sekund. Sum standard hevur bilurin fabriksgaranti á tvey ár ella 120.000 km., og battaríið hevur átta ára garanti. 

 

Eins og flestu elbilar, hevur hesin battaríið í botninum. Hetta ger, at tyngdipunktið er lágt, og bilurin hevur tryggar og stabilar koyrieginleikar.  

 

Bilurin er sera væl útgjørdur við eitt nú klimakontroll, koyrikontroll, 10.25" info skíggja á instrumentborðinum, leðurkabinu, panoramatak, 18" alufelgur, 360° parkeringsskipan og lyklafría start/stop skipan.

 

Prísurin er 369.000 krónur og 299.000 krónur eftir mvg-afturbering. 

 

Bilurin kann síggjast og roynast við senda teldupost til: [email protected] ella við at ringja til tlf.  289860 og bíleggja ein royndartúr.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Seres 5 kemur í summar  

 

Nýggja útgávan, sum eitur Seres SF5, kemur til Føroyar í summar. Huawei hevur ment alla tøknina í bilinum, sum hevur sera góða megi umframt gott pláss og er 4x4.

 

Meira verður at lesa á heimasíðuni www.seres.fo 

 

##med5##

 

Hetta er Seres 5, sum kemur í summar.