Serfrøðingurin hjá Norska TV2: Pínligt um Molde verður útsligið

Fremsti fótbóltsserfrøðingurin hjá norska TV2, Jesper Mathisen leggur rættiliga stórt trýst á Molde undan returdystinum móti KÍ

 

- Árni Frederiksberg var ein av stjørnunum í føroysku liguni, tá vit í TV2 sendu føroyskan fótbólt undir korona-farsóttini, og tað er sjónligt, at tað er hann framvegis. Hetta er eitt framúr gott avrik hjá honum, Magna Hoseth og øllum hinum í Klaksvík.

 

Rósandi orðini eigur fremsti fótbóltsserfrøðingurin hjá norska TV2, Jesper Mathisen, ið annars var liðfelagi við Toda Jónsson í Start Kristiansand, árini 2005 og 2006.

 

Men so vendir Jesper Mathisen kanónina móti Molde: - Tað er ein fótbóltsskelkur um Molde tapir fyri KÍ, og um teir vera útslignir av einum liði úr Føroyum verður tað vera ógvuliga pínligt fyri Erling Moe (venjaran hjá Molde) og hansara menn. Returdysturin hevur stóran týdning upp á mangar mátar, og tað verður áhugavert at síggja hvussu KÍ fer at standa seg undir tí stóra trýstinum teir vera undir í Molde, sigur Jesper Mathisen.

 

Ein annar sannleiki er tó, at Jesper Mathisen og aðrir fótbóltserfrøðingar í Noregi hava lagt eitt stórt trýst á Molde, ið hevur alt at tapa móti KÍ, ið hinvegin hevur alt at vinna komandi týskvøld á Aker-leikvøllinum í Molde.