(VILNIUS) Millum ferðafólkini í flogfarinum til Vilnius mikukvøldið var eisini Serghéy Kréksjin, sum er russari. Hann hevur í ár roynt seg í B68, uttan at tað hevur hilnast serliga væl. Nú var hann á veg heim aftur til Moskva. Ætlanin hjá honum var at steðga við ferðini úr Vilnius til hóskvøldið, og hann fór ikki úr Vilnius fyrrenn klokkan 18.15 hóskvøldið. Men uppihaldið í Vilnius gjørdist ikki tað, sum hann hevði ætlað.
? Sergei vildi fegin síggja eitt sindur av litaviska høvuðsstaðnum, og tí høvdu vit bílagt ferðaseðil við flogfarinum til Moskva seinnapartin og ikki við tí, sum fór fyrrapartin. Men tá vit komu til passeftirlitið í lufthavnini gjørdu tey vart við, at russiski vinurin hjá okkum hevði ikki loyvi at vera í Litava, og so var einki annað at gera enn at finna honum eitt rúm á gistingarhúsinum í lufthavnini, har hann so skuldi bíða til hóskvøldið, greiðir Niclas Davidsen, formaður í B68 frá. Hann er millum tey umleið 20 ferðafólkini, sum eru við landsliðnum í Vilnius.