Sergio Aguero fekk jólagávur

(Champions League) Manchester City er á framvegis á lívi takka verið einum heilum jólakalendara

Tað kundi verið dagurin, tá Manchester City reyk út úr Champions League, men teir fingu eina gávu fyri og aðra eftir. Fyrst spældu CSKA Moskva og AS Roma javnleik, har ein sigur til AS Roma hevði lagt stórt trýst á Manchester City áðrenn í kvøld.

 

Fyrst gjørdi Mehdi Benatia brotsspark og bleiv útvístur fyri Bayern Munchen. Talan var um støðu, har verjuspælarin skuldi havt staðið á beininum. Sergio Aguero umsetti til mál. Síðani kom Bayern Munchen á odda og hevði tamarhald á dystinum.

 

Móti endaðu vóru Xabi Alonso og Jerome Boateng í gávuhýri. Í báðum førum tók Sergio Aguero av og vendi dystin á høvdið seinastu minuttirnar.

 

Annars kann nevnast, at Lionel messi setti enn eitt met í dag.

 

Bólkur E:

Við sigrinum á Bayern Munchen livir Manchester City enn í kappingini. Teir eru í løtuni nummar tvey í bólkinum. AS Roma hevði eitt bein í endaspælinum við málið, sum Francesco Totti skoraði stutt fyri hálvleik. Í seinasta minuttinum av dystinum javnaði CKSA Moskva við beinleiðis frísparki, sum snýtti málverjan.

 

Úrslit:

Manchester City – Bayern Munchen 3-2 (1-2)

1-0 Sergio Aguero, 21 br

1-1 Xabi Alonso, 40

1-2 Robert Lewandowski, 45

2-2 Sergio Aguero, 85

3-2 Sergio Aguero, 90+1

Útvísing: Mehdi Benatia, 21 (Bayern Munchen)

 

CSKA Moskva – AS Roma 1-1 (0-1)

0-1 Francesco Totti, 43

1-1 Vasili Berezutski , 90+3

 

Støðan:

1. Bayern Munchen 12

2. Manchester City 5

3. AS Roma 5

4. CSKA Moskva 5

 

Bólkur F:

Lionel Messi setti aftur nýtt met. Um vikuskiftið bleiv hann samlaður toppskjútti í La Liga. Nú er hann eisini einsamallur samlaður toppskjútti í Champions League við 74 málum. Hann skoraði tvey, tá Barcelona vann greian sigur á APOEL. PSG og Barcelona avgerða fyrsta plássið í innanhýsis dysti í seinasta umfari.

 

Úrslit:

APOEL  – Barcelona 0-4 (0-2)

0-1 Luis Suarez, 27

0-2 Lionel Messi, 38

0-3 Lionel Messi, 58

0-4 Lionel Messi, 88

 

PSG – Ajax 3-1 (1-0)

1-0 Edinson Cavani, 33

1-1 Davy Klaassen, 67

2-1 Zlatan Ibrahimovic, 78

3-1 Edinson Cavani, 83

 

Støðan:

1. PSG 13

2. Barcelona 12

3. Ajax 2

4. AOPEL 1

 

Bólkur G:

José Mourinho setti Schalke og Roberto Di Matteo upp á pláss. Longu í hálvleikinum var 3-0 og alt var avgjørt. Sporting er nú á kós móti endaspælinum við sigri á Maribor. Portugisiska heimaliðið var greitt omaná leikliga.

 

Úrslit:

Schalke – Chelsea 0-5 (0-3)

0-1 John Terry, 2

0-2 Willian, 29

0-3 Jan Kirchhoff, 44 sjálvm

0-4 Didier Drogba, 76

0-5 Ramires, 78

 

Sporting – Maribor 2-1 (2-1) Ikki liðugur

1-0 Carlso Mane, 10

2-0 Nani, 35

2-1 Jefferson Nascimento, 42 sjálvm

 

Støðan:

1. Chelsea 11

2. Schalke 5

3. Sporting 4

4. Maribor 3

 

Bólkur H:

FC Porto greiddi sín seting fyrr í dag og vann 3-0. Tað kom ikki hol á fyrr enn í seinna hálvleiki, men so var talan eisini um greiðan sigur til FC Porto, sum nú er víðari sum nummar eitt í bólkinum. Shakthar Donetsk er tveyari, men nú er tað Athetic Bilbao, sum er nummar trý og liggur til Europa League plássið.

 

Úrslit:

BATE Borisov – FC Porto 0-3 (0-0)

0-1 Hector Herrera, 56

0-2 Jackson Martinez, 65

0-3 Cristian Tello, 89

 

Shakhtar Donetsk – Athletic Bilbao 0-1 (0-0)

0-1 Mikel San Jose, 68

 

Støðan:

1. FC Porto 13

2. Shakhtar Donetsk 8

3. Athletic Bilbao 4

4. BATE Borisov 3