Manchester City og Real Madrid eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League, eftir lættar sigrar í gjár. Manchester City vann 2-0 á Borussia Monchengladbach, og Real Madrid vann 3-1 á italska Atalanta. Sergio Ramos skoraði upp á brotsspark og hevur nú skorað fleiri mál enn venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane, megnaði.
Manchester City (2)–(0) Borussia Monchengladbach 2-0
1-0 Kevin De Bruyne, 12
2-0 Ilkay Gundogan, 18
Manchester City vinnur samanlagt 4-0
Dysturin bleiv spældur í Budapest í Ungarn. Heimaliðið er í stórform, meðan týsku gestirnir hava tapt fýra ferðir upp í slag síðani fyrra dystin. Her bleiv alt eisini avgjørt í fyrra hálvleiki.
Longu aftaná 12 minuttir knallaði Kevin De Bruyne bóltin í yvirleggjarin og inn. Tað gingu bara nakrir fáir minuttir, so spældi Phil Foden eina neyva avlevering til Ilkay Gundogan, sum skoraði til 2-0. Týski miðvallarin er tann týskarin, ið hevur skorað flest mál í øllum teimum stóru kappingunum í Evropa.
Real Madrid (1)–(0) Atalanta 3-1
1-0 Karim Benzema, 34
2-0 Sergio Ramos, 60 br
2-1 Luis Muriel, 83
3-1 Marco Asensio, 85
Real Madrid vinnur samanlagt 4-1
Sigursvanda Real Madrid er víðari til fjórðingsfinalurnar, men tað er við góðari hjálp frá gestunum úr Italia, ið hava spælt kortini illa. Í fyrru uppgerðini fekk Atalanta reytt kort tíðliga í fyrra hálvleiki. Hesa ferð gjørdi málverjin ein brølara í uppspælinum, sum Luka Modric og Karim Benzema revsaðu við kassa eitt.
Eitt korter inni í seinna hálvleiki fekk Real Madrid eitt brotsspark, sum endaði við at Rafael Toloi bleiv útskiftur umgangandi fyri gestirnar. Serigo Ramos var tryggur úr ellivu metrum og skoraði. Luis Muriel minkaði um munin við beinleiðis frísparki, men bara tveir minuttir seinni økti Marco Asensio um munin aftur. Real Madrid hevur vunnið Champions League 13 ferðir, sum nógv mest.
Champions League 1/8:
Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2
1-0 Erling B. Håland, 35
2-0 Erling B. Håland, 54 br2-1 Youssef En-Nesyri, 69 br
2-2 Youssef En-Nesyri, 90+6
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4
Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð
0-1 Sergio Oliveira, 19
1-1 Federico Chiesa, 49
2-1 Federico Chiesa, 63
2-2 Sergio Oliveira, 117
3-2 Adrien Rabiot, 119
FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál
Liverpool (2)-(0) RB Leipzig 2-0
1-0 Mohamed Salah, 70
2-0 Sadio Mané, 74
Liverpool vinnur samanlagt 4-0
PSG (4)-(1) FC Barcelona 1-1
1-0 Kylian Mbappé, 31 br
1-1 Lionel Messi, 37
PSG vinnur samanlagt 5-1