GRUNDLÓG
Løgtingið hevur sett eina serliga løgtingsnevnd, sum skal viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni um setan av grundlógarnevnd.
Ætlanin var upprunaliga, at uppskotið, sum hevur til endamáls at føra arbeiðið við einari føroyskari grundlóg víðari, skuldi viðgerast í rættarnevndini hjá løgtinginum. Men av tí at rættarnevndin ikki er mannað við umboðum fyri allar flokkar á tingi, varð heimildin at seta nevnd sambært grein 25 í tingskipanini nýtt. Hon gevur møguleika fyri í serligum førum at skipa nevndir við umboðum fyri allar flokkar.
Tey, ið hava fingið sæti í nevndini, eru Hergeir Nielsen og Jógvan Arge fyri Tjóðveldisflokkin, Heðin Mortensen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen fyri Javnaðarflokkin, Jógvan á Lakjuni og Poul Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin og Jenis av Rana fyri Miðflokkin.
Serliga løgtingsnevndin skal skriva álit í málinum um eina føroyska grundlóg. Hon skal eitt nú taka støðu til, um grundlógarráð skulu veljast fyri hvørt valdømi eftir somu reglum sum við eitt løgtingsval, soleiðis sum Høgni Hoydal ætlar. Hetta hevði kravt, at heili 68 fólk skulu veljast kring allar Føroyar. Tað hava báðir andstøðuflokkarnir longu klárt sagt seg vera ímóti, og ivasamt er, um tann parturin av uppskotinum fær serliga góðan byr, tí eisini Fólkaflokkurin í samgongu ivast stórliga í uppskotinum.
Ætlanin var, at grundlógarráðini skuldu skipa fyri hoyringum í fólkinum við vártingum eins og í gomlum døgum, men tey vera so neyvan vakt aftur til lívs á hesum sinni. Allir flokkar tykjast tó samdir um, at tað er skilagott at hoyra fólkið, og tí verður helst ein onnur loysn vald, ið tekur hædd fyri, at fólkið skal takast við upp á ráð, tá ein grundlóg skal smíðast.