Serlig átøk at fríðka bygdirnar

Sørvágur: Nú skal gerast nakað ítøkiligt fyri at fríðka um tær vestastu bygdirnar í Føroyum.

Á fíggjarlógini fyri í ár hevur bygdaráðið í Sørvágs kommunu samtykt at játta pening til fríðkan av teim fýra bygdunum í kommununi  Sørvági, Bø, Gásadali og í Mykinesi.
 Hetta er sjálvandi nakað, sum aðrar kommunur í roynd og veru gera hvørt einasta ár.
 Men tað er sera jaligt, at bygdaráðið sær møguleikan í at gera serlig átøk hetta komandi árið, sigur borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen.
Til tess at røkka hesum máli hevur bygdaráðið somuleiðis samtykt at setast skal ein laðingarmaður til hetta.