Ein vanligur diesel- ella bensinbilur hevur bara streymmegina seks volt, og eingin ólukka hendir, um tær fært elektriskan stoyt av bilinum.
Men øðrisi er við el-drivnu bilunum, sum brúka sterkstreym. Har er megina 230 volt, sum fólk ikki tola at fáa gjøgnum seg.
Sev hevur fingið tveir el-bilar, men fyritøkan Peugeut, sum seldi bilarnar, setti sum treyt, at í minsta lagi ein bilsmiðjur hjá AUTO Service skuldi koma á trygdarskeið hjá teimum.
Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari hjá Auto Service hevur verið á hesum skeiðinum, og seinni er ætlanin at onkrir aftrat skulu á trygdarskeiðið.
Persónlig trygd
- Skeiðið var mest um, hvussu tú sum bilsmiðjur tryggjar teg sjálvan. Vit fingu umframt fakligt innlit at vita, hvussu týdningarmikið tað er við persónligu trygdini, serligum handskum, skóm, klæðum og hjálmi við glasi fyri, tá ið vit arbeiða upp á el-bilar, sigur Anthonius Dalsgaard.
Tað skulu í minst lagi vera tveir el-bilakønur til at arbeiða upp á ein el-bil, tí um øðrum tørvar hjálp, má hin kenna fyrilitini at taka.
Málarar eru settir í teir báðar el-bilarnar hjá Sev, sum Sev-fólk hava bundið í. Innleggingin sum er tann sama sum í húsum, kann bara gerast av góðkendum el-fólki.
Ætlandi fær Sev fleiri el-bilar seinni í ár, tann fyrsti kemur í mars.
Serlig tilbúgving
Auto Service og Sev eru í tøttum samstarvi um el-bilarnar, og hvussu teir skuu handfarast.
Heðin Weihe, verkstaðsleiðari hjá Auto Service sigur, at teirr ætlan er at fara at tosa við sløkkiliðið og myndugleikar annars um at gera eina tilbúgving, tí sløkkilðsfólk mugu eisini hugsa um egna trygd, um til dømis eldur kemur í ein elektriskan bil ella vandi er fyri at fáa elektriskan stoyt.
Annars eru alskyns trygdarroyndir gjørdar við bilunum.
- Elektrisku bilarnir eru heilt vist ein avbjóðing fyri bjargingarlið, sigur Anthonius Dalsgaard.
Granskingarætlan
Fyri Sev er tað ein granskingarætlan at ogna sær e-bilar. Kannað verður, hvat bilarnir brúka av streymi, og á hvørjum vegum teir brúka mest ella minst. Í tí sambandi eru gbs-arar settir í teir báðar bilarnar. Sum heild vil Sev eisini vita, hvussu egnaðir el-bilarnir eru til viðurskiftini her við tí vátu luftini.
Hesir bilarnir hava einki co2-útlát, og málið er, at streymurin í bilinum í so stóran mun sum gjørligt askal koma frá grønari orku.
Býarbilar
Hesir báðir bilarnir kunnu koyra 110 km, áðrenn teir skulu løðst aftur, og tað tekur 4-6 tímar at løða bilin.
- Tað ber illa til at fara langar túrar við einum slíkum bili, men hann er frálíkur til styttri túrar og býarkoyring, sigur Heðin Weihe.
Bilarnir eru at kalla ljóðleysir og dálka ikki.
Starvsfólk hjá Sev royndarkoyrir hilarnar, og ætlanin er at lata aðrar stovnar eisini fáa hetta høvið.