Serligur fyrilestur um Flemmish Cap á Torradøgum

Nú stundar Torratíðin aftur til – og dagarnir verða hildnir í Klaksvík 13. – 18. februar 2017 við nógvum ymisku á skrá innan sjóvinnu og sjólív.

 

Eftir ætlan verður eisini ein serligur fyrilestur ella framløga um Flemish Cap við Kjartan Kjartansson, skipara og Sigmar Bjáberg, rithøvundi. Framløgan verður í miðhøllini á Skúlatrøð leygardag 18. februar 2017 klokkan 15.00 og hevur heitið »Søgur av Flemish Cap«.

 

Tað finnast rættiliga nógvar myndir og filmar. Fyrireikararnir halda, at tað hevði verið sera hugaligt at fingið avrit av onkrum myndum at vísa henda dagin.

 

Annað, sum eisini er umráðandi í hesum sambandi, er at fáa eitt gott prát aftaná við einum góðum kaffimunni, har oftani nógv gott »reyp« stendst av. Tí verður boðin ein góður kaffimunnur aftaná.

 

– So tit eru vælkomnir til Torradagar í Klaksvík, har m.a. tónleikur, framløgur um makrelin & fiskimarkið, um Kuba-bátarnar, plast í sjónum, fiskivinnutingið – har floksformenn á tingi siga sína hugsan um tilstundandi fiskivinnunýskipanina, hvat sigur fiskivinnan um fiskivinnunýskipanina – har vinnan kjakast um ætlaðu fiskivinnunýskipanina, søgur av Flemish Cap og ymiskt annað er á breddanum, sigur Dávur Winther, mentanaleiðari í Klaksvíkar kommunu.