Sermerkt listaverk legði heilan flogvøll lamnan

Vit fingu einki at vita, sigur føroyingur ið varð rikin av flogvøllinum saman við hundraðtals øðrum fólkum

Í morgun varð nýggi Flesland flogvøllurin í Bergen stongdur eina góða løtu, og øll ferðafólk vórðu rikin á dyr, og út í tún at bíða.

 

– Vit vóru akkurát í ferð við at skriva okkum inn til eitt flogfar til Tróndheim, tá ið vit brádliga fingu boð um at taka okkum aftur, sigur Danjal av Rana, blaðmaður í Miðlahúsinum, sum var ein av teimum hundraðtals fólkunum, sum vórðu rikin á dyr.

 

Nógv høvdu lagt alt viðføri og yvirklæðir á rullubandið í trygdareftirlitinum, og sjálvur stóð Danjal av Rana í skannaranum, tá ið boðini komu og tey máttu fara á dyr.

 

– Tíbetur var turt, tí fleiri høvdu ikki fingið yvirlæðini við, sigur hann. Hann sigur eisini, at hóast summi illneitaðust, vóru øll rólig og tað var ongantíð fjáltur á fólki.

 

Hann sigur, at tey fingu púra onki at vita frá flogvøllinum og tað illneitaðust fólk inn á. Men kortini fekk onkur ringt og sostatt fingu tey at vita, at starvsfólk á flogvøllinum høvdu funnið ein illgrunasaman lút í viðførinum hjá einum ferðaflki, og tí vórðu øll fólk flutt av vølinum

 

Danjal av Rana sigur, at tað gingu eini trý korter, so sluppu fólk inn aftur á flogvøllin.

 

Seinni fingu tey so at vita, at orsøkin til, at tey vóru flutt av vøllinum, var at trygdarvørðar høvdu funnið eitt, ið líktust eini hondgranat í viðførinum hjá einum ferðafólki. Men tað vísti seg skjótt, at “granatin” var púra meinaleys, tí í roynd og veru var talan um eitt listaverk hjá Livio Lilli.

 

VG sigur, at talan er um eitt listaverk av postalíni, sum myndar eina hondgranat, ið er skrýdd við norskum fløggum. Endamálið við listarverkinum er at gera gjøldur við vápnaídnaðinum í Noregi, hevur hann greitt frá.

 

Hendingin førdi til, at øll flogførini vórðu seinkað eitt sindur, men tað gekk ikki long tíð at fáa alt í rættlag aftur.