Sermerkta kirkjan fær nú nýtt tak

Tjørupapp hevur ligið á takinum síðan miðskeiðis í sekstiárunum, men í fleiri ár hava lekar verið. Nú verður tróðurið umvælt, dúkur lagdur á, og náttúrusteinur verður lagdur omaná dúkin.

Myndirnar av sermerktu áttahyrntu kirkjuni í Haldórsvík tók Gissur Patursson.

Sermerkta áttahyrnta kirkjan í Haldórsvík fær umsíðir nýtt tak. 

Í fleiri ár hevur takið likið í støðum, og neyðugt hevur verið at havt íløt undir á loftinum, so regnvatn ikki kom niður í kirkjurúmið. Kirkjan er friðað, og leingi hevur verið bíðað eftir endaligu loyvunum at leggja nýtt tak á.

Henry Andreasen, kirkjuráðsformaður í Haldórsvík, sigur, at tjørupapp hevur ligið á takinum síðan einaferð miðskeiðis í sekstiárunum. Nú verður alt tjørupappið tikið av, og har rot er komið í tróðurið av leka, verður tróðurið eisini skift. 

- Men, sum heild sær tróðurið undir tjørupappinum gott út, sigur hann.

Tað er Holm Byggivirki í Saltangará, ið ger arbeiðið, sum nýliga er byrjað. Kirkjuráðsformaðurin sigur, at tá alt tjørupappið er fingið burtur, og tróðurið er umvælt, verður dúkur lagdur oman yvir alt takið. Síðan verður skifur - ella náttúrusteinur - í lektum lagdur oman á dúkin. 

Henry Andreasen sigur, at kirkjan verður brúkt sum vanligt, meðan arbeiðið verður gjørt. Spurdur, hvør kostnaðurin av verkætlanini verður, sigur hann, at tað er trupult at meta um, men sjálvur steinurin, sum er keyptur til takið, kostar 135.000 krónur.

- Tað er eisini trupult at siga í løtuni, hvussu langa tíð tað fer at taka at umvæla og leggja nýtt tak á kirkjuna, sigur kirkjuráðsformaðurin.

Kirkjan í Haldórsvík varð vígd annan sunnudag í advent í 1856 av V. U. Hammershaimb, presti, men í 1932 varð kirkjan meira ella minni bygt umaftur. Tá vórðu veggirnir hækkaðir, soleiðis sum uppruna tekningin vísti, og tá varð eisini forkirkja bygd uppí vestureftir.

Annan sunnudag í andvent í 1932 varð kirkjan í Hardórsvík vígd um aftur av Jákupi Dahl, prósti.

Tjørupapp hevur ligið á takinum síðan miðskeiðis í sekstiárunum.

Myndirnar av sermerktu áttahyrntu kirkjuni í Haldórsvík tók Gissur Patursson.

Tjørupapp hevur ligið á takinum síðan miðskeiðis í sekstiárunum.