Ein av allar sermerktastu bólkunum av øllum, Orka, er nú til reiðar við nýggjari útgávu. Talan er um eina útávu, ið verður tøk bæði á fløgu og á plátu og sum hevur fingið heitið, Óró.
Orka byrjaði á jólum 2005 í einum fjósi Innan Glyvur. Bólkurin brúkti høgtíðina til at gera eitt fløskuorgul, ein pelabass og onnur nýskapandi ljóðføri úr lutum, ið vóru á bóndagarðinum. Bòlkurin spældi sína fyrstu konsert í maskinrúminum á garðinum nýggjársaftan 2005, og í 2007 kom vælumtókta fløgan, Livandi oyða, á marknaðin,
Eftir konsertferðir í Evropa hevur Orka vunnið sær viðurkenning og virðislønir við avbera góðum ummælum.
Seinastu tíðina hava teir so arbeitt upp á nýggju útgávuna, ÓRÓ.
Hon er upptikin á hávetri í betongkalda bygninginum hjá Saltsøluni í Havn.
Bólkurin leigaði bygningin í ein mánað, setti mikrofonir og geofonir upp á øllum trimum hæddum, trappum, lyftum, bygdu nýgg ljóðføri, skrivaðu og upptóku alt tilfarið á staðnum, saman við tónleikaframleiðaranum Oktopus.
Úrslitið gjørdist ein myrkur og Lynch-kendur tónleikaheimur, við ískøldum sangi oman á evolveraðum grit hop rútmum.
Ólavur Jákupsson og Jens L. Thomsen hava framleitt ÓRÓ saman við Oktopus. Umframt hesar spælir Uni Árting á plátuni og hann hevur eisini sniðgivið húsan. Jens L. Thomsen ljóðblandaði í navnframa Medley Studios í Keypmannhavn og grammy-virðislønti Tim Young mastraði í Metropolis í London.
Óró verður á marknaðinum tann 11. apríl 2011 og síðani fer Orka á mánaðarlanga konsertferð í Evropa saman við Ólavi Jákupssyni, Oktopus, Høgna Lisberg og øðrum.
Tað er Tutl, sum gevur út og umframt í Føroyum verður Óró eisini útgivin í fleiri øðrum londum í Evropa.