Annika Skaalum
Móttøkan, ið uppskotið frá javnstøðunevndini, um at tingmenn í eitt styttri tíðarskeið góvu sætið frá sær til eina kvinnu á listanum, fekk á tingi, var ikki óvæntað, og tey brot av viðmerkingum haðani, ið vóru at hoyra í útvarpinum, vóru eftir bókini. Róp, skrál og djúpasta forargilsi var tað sum setti dám á djúpmælta kjakið, og ikki var trupult at køva tær jaligu viðmerkingarnar við gangi og harðmæltum viðmerkingum. Tá innslagið var endað, sat eg eftir við einari kenslu av at hava lagt oyra til eitt sokallað lugarprát ( í vanligari fatan, sum ikki inniber sakliga viðgerð av einum kjakevni) – og at tað, ið sagt varð, enntá var uppaftur verri meint enn tað ljóðaði.
At sersømdir virka, eru limirnir í Føroya Løgtingi livandi dømi um. Tað er ikki av tilvild, at so nógvir menn sita á tingi, nú tað skjótt fara at verða hundrað ár síðan føroyskar kvinnur fingu valrætt (1918). Og tað er ikki av tilvild, at uppskot um sersømdir fyri kvinnur fáa øði í summar menn, tí sersømdir virka, og tær sersømdir, sum menn hava fingið á politiska, eins og øðrum økjum, í øldir, virka enn – skjótt hundrað ár aftaná, at kvinnurnar fingu valrætt.
Og hon virkar í hesum aktuella førinum enntá dupult, tí negativ serviðgerð virkar eisini í mong ættarlið, eftir at juridiskir batar eru framdir. Tað sæst innan allar samfelagsbólkar, ið hava verið fyri vanbýti, antin tað er kyn, húðalitur, trúgv, etniskur uppruni o.s.fr., ið hevur verið grundarlagið fyri, at ein samfelagsbólkur hevur verið kúgaður. Onga staðni gerast hesir bólkar javnsettir við onnur, bert tí at tann avmarkandi ella kúgandi lógin hvørvur, og tað er góðtrúgvið at halda, at lógirnar eina standa fyri mismunum ella kúgan. Tað er tíverri nógv fløktari enn so, og tá mismunur hevur verið framdur leingi, kann hann í óteljandi frábrigdum verða ein partur av gerandislívinum, sum kann liva sera leingi manna millum, uttan at verða stuðlaður av nakrari lóggávu, og hava eins kúgandi árin, sum var lógin enn galdandi.
Í USA var positiv serviðgerð (Affirmative Action) sett í gildi til frama fyri tey svørtu í 1960-árunum, tí tað varð ásannað, at kúganin av teimum svørtu hevði so djúpar og fløktar røtur, at lítil og ongin vón um sosiala framgongd teirra vegna, kundi væntast uttan. Hon var seinni avtikin, tí hinvegin eru tað tey, ið ikki ynskja hesar sersømdir, eftirsum tær geva høvi at seta spurnartekin við førleikan hjá fólki.
Men sannleikin er, at tær sersømdir monnum til frama, sum eru ein so sjálvsagdur partur av gerandislívinum, at fá geva sær far um tað, verða sterkt undirmettar.
Nú vit tosa um sersømdir, eru tað bert fjúrtan dagar síðani búskaparfrøðingurin Muhammad Yunus úr Bangla Desh, saman við Grameen Banka-samtakinum, vann friðarheiðursløn Nobels.
Bankavirksemið, ið hann byrjaði í 1970- árunum, er grundað á positiva serviðgerð av kvinnum í fátækum londum. Yunus var við eygleiðingum komin til tað niðurstøðu, at tað var altavgerðandi, at kvinnurnar vóru eggjaðar til at gerast virknar á peningaliga økinum, og helt fast við avgerð sína, um at geva teimum sersømdir, hóast kvinnurnar, sum Yunus vendi sær til í fyrstani við tilboði um at læna pening, ræddust. Tær høvdu ongantíð nortið við pening, krógvaðu seg, bóðu hann tosa við mannin í staðin, ræddust at gera móti siðvenju o.s.fr.. Í mai 2006 vóru 97% av lántakarunum kvinnur, og hevur hesin framferðarháttur, við friðarheiðursløn Nobels, fingið størstu viðurkenning ein kann fáa í vesturheiminum.
Tað kann tykjast sum ein andsøgn, at tala fyri sersømdum, samstundis sum ein talar um javnrættindi og demokrati, men tað er ein misskiljing. Tá eitt samfelag hevur so stóra valdsslagsíðu, sum tað føroyska hevur, er neyðugt at rætta tað upp við tiltøkum, og ikki lata standa til og halda, at tað rættast upp av sær sjálvum. Tað hava vit roynt nú í skjótt hundrað ár og tað úrslitið talar fyri seg.