Komandi tríggjar vikurnar fer Óli á Grømma Jacobsen hvørt mánakvøld og mikukvøld kl. 20 at tala um meginreglurnar í Orði Guds fyri, hvussu ein staðbundin samkoma eigur at skipa og samskipa sínar tænastur. Sum ein liður í arbeiðnum at skipa samkomuna og tað verk, sum gjørt verður í og út frá henni, hevur leiðslan í Betesda heitt á Óla á Grømma Jacobsen, trúboðara, sum dagliga virkar í leiðsluni fyri trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission, um at koma heim at vegleiða og undirvísa í hesum spurningum.
Aðalevnið fyri øll møtini er: samkoman á staðnum ella staðbundna samkoman, har Óli, við støði í Orði Guds, fer at viðgera tær meginreglur, sum eiga at vegleiða eina samkomu í hennara skipan og samskipan av tænastunum í og út frá henni.
Hesi serligu møtini verða hvørt mánakvøld og mikukvøld klokkan 20 komandi 3 vikurnar:
Mánakvøldið 1. mars 2010 kl. 20: Evni 1: Skipan av Samkomuni
Mikukvøldið 3. mars 2010 kl. 20: Evni 2: Orðamyndir av Samkomuni
Mánakvøldið 8. mars 2010 kl. 20: Evni 3: Samfelagið í Samkomuni (1)
Mikukvøldið 10. mars 2010 kl. 20: Evni 4: Samfelagið í Samkomuni (2)
Mánakvøldið 15. mars 2010 kl. 20: Evni 5: Samkomuleiðsla ? heildarmynd av ábyrgdum
Mikukvøldið 17. mars 2010 kl. 20: Evni 6: Samkomuleiðsla ? hirðatænastan
Møtini verða øll hesi kvøldini frá kl. 20:00 til 21:15, har byrjað verður við frálæruni frá Óla á Grømma Jacobsen, og síðan enda møtini við einari stuttari bønarløtu.
Mikukvøldini verður drekkamuður, og vóna fyrireikararnir, at fólk eisini geva sær stundir til prát og samrøður aftaná.
- Vit gleða okkum til hesi serligu møtini og eru spent at hoyra Óla tosa um hesar viðkomandi spurningar, sigur Eyðun Elttør, sum eisini vónar, at mong nýta høvið at koma til hesi serligu møtini.